placeholder
Fótbóltur

Eriksen er nú leysur av Inter

Danin kann ikki spæla í Serie A aftur, orsakað av kviklinum, og tí varð avgerðin um at uppsiga sáttmálan einføld. 29-ára gamli maðurin er tó farin í gongd at venja eitt sindur í Odense, og feløg hava vent sær til umboðsmann hansara, ið váttar at Eriksen fer at spæla aftur.

Christian Eriksen endaði sína Inter-tíð sum meistari. Hann hevur ikki spælt fótbólt í eitt hálvt ár, men sannlíkindini fyri, at miðvallarin finnur nýtt felag skjótt, eru góð (Mynd: EPA)

Christian Eriksen endaði sína Inter-tíð sum meistari. Hann hevur ikki spælt fótbólt í eitt hálvt ár, men sannlíkindini fyri, at miðvallarin finnur nýtt felag skjótt, eru góð (Mynd: EPA)

2021-12-18 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fer at standa eftir sum ein teimum mest minniligu løtunum í fótbóltsheiminum - tó mest fyri tað ringa. Stutt fyri hálvleik í fyrsta EM-dystinum hjá Danmark á heimavølli, small nummar tíggju brádliga um, og øll sum fylgdu við hildu ondini. 

Finnland vann dystin 1-0, men tað sum stóð eftir, sum tað mest umráðandi var, at eitt mannalív. Christian Eriksen, tann samanlagt besti danski útileikarin seinastu áleið tíggju árini, gav tummil upp frá Ríkissjúkrahúsinum og fekk stutt eftir hendingina ein kvikil (pacemakara), sumer eitt lítið tól, ið verður sett í bringuna, skal ansa eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað støðgar. 

[object Object]Eriksen í dystinum móti Finnlandi. Hann hevur ikki spælt nakran dyst síðani (Mynd: EPA)

Tað gjørdist seinni í summar greitt, at hetta fór at vera ein trupulleiki, í mun til hvar Eriksen til dagliga spældi. Tað er ikki loyvi at spæla yrkisfótbólt í Italiu við kvikli í hjartanum, og tá tað gjørdist greitt, at einki undantak fór at verða gjørt, var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn samstarvið millum partarnar fór at verða slitið. Hetta varð so almannakunngjørt í gjár. Christian Eriksen hevur tó verið og vitja í Milano, og alt hevur verið í sátt og semju og við virðing millum partarnar, skrivar millum annað Fabrizio Romano. Í fjør varð danin við til at vinna Serie A við Inter Milan. Síðani hevur hann ikki spælt fyri felagið.

Les eisini: 
Christian Eriksen skal hava kvikil í hjartað
Eriksen kann ikki halda fram í Italia

Nú er so spurningurin um hvar, og síðani nær, Eriksen spælur aftur. Viðvíkjandi reglugerðini um kvikil, so er Italia á mangan hátt eitt eindømi, so hóast hann ikki hevur spælt í eitt hálvt ár, og tað er heldur ivasamt, hvussu væl fjónbúgvin kemur fyri seg aftur, so fær hann ikki trupulleika við at finna felag. Martin Schoots, ið er umboðsmaður hjá Eriksen, váttar fyri italienskum miðlum, at leikari hansara fer at halda fram at spæla fótbólt, og at tvey feløg hava fyri stuttum sett seg í samband.

Ajax er ikki eitt av hesum feløgunum, hóast nakrir miðlar hava sett Christian Eriksen í samband við niðurlendska stórfelagið, har Eriksen spældi í fimm ár sum ungur. Ein av leikarunum í Ajax-hópinum er Daley Blind, ið spælir við kvikli í hjartanum. Tað felagið, ið Eriksen kom til Ajax frá, er eisini nógv nevnt - serliga í donskum miðlum. Hann er av Fjóni, Middelfart, og var í nøkur ár í ungdómsdeildini hjá OB; síðsta tíðarbili spældi Eriksen saman við Teiti Gestssyni. Síðani hann varð útskrivaður hevur Eriksen-familjan hildið til á Fjóni, og fyri stuttum vandi hann á venjingarvøllinum hjá OB.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder