Fótbóltur

Christian Eriksen skal hava kvikil í hjartað

Niðurlendski landsleikarin, Daley Blind, spælir eisini við slíkum hjartastartara.

Christian Eriksen í dystinum móti finnum leygarkvøldið (Mynd: EPA)

Christian Eriksen í dystinum móti finnum leygarkvøldið (Mynd: EPA)

2021-06-17 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, skal leggjast undir skurð og fáa eina sonevnda ICD-eind setta til hjartað.

Tað upplýsir læknin hjá danska landsliðnum, Morten Boesen, á Twitter-vanganum hjá DBU, danska fótbóltssambandinum. Talan er um eitt lítið tól, ein kvikil ella pacemakara, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað støðgar.

[object Object]
Christian Eriksen hevur ligið innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum síðan hendingina (Mynd: EPA)

- Eftir nærri hjartakanningar er avgerð tikin um at hann skal hava ein hjartastartara, eina sonevnda ICD-eind. Hetta verður givið sjúklingum eftir hjartastøðg, sum skyldast órógv í hjartarútmuni, skrivar læknin.

Tað var leygarkvøldið, at Christian Eriksen, størsta altjóða stjørnan á danska fótbóltslandsliðnum, small um mitt undir EM-dystinum í Parken millum Danmark og Finnland.

Eriksen fekk ein stoyt við hjartastartara á vøllinum fyri at fáa lív í hann aftur. Síðan varð hann fluttur til Ríkissjúkrahúsið, har hann hevur ligið innlagdur síðani. Støðan er stabil, verður sagt.

Ikki einasti EM-leikari við hjartastartara
Christian Eriksen er ikki einasti landsleikari, sum hevur fingið lagda eina slíka eind til hjartað. Eisini niðurlendski landsliðsleikarin, Daley Blind, hevur ein slíkan kvikil, ella pacemakara.

[object Object]
Daley Blind í dysti fyri Niðurlond móti Ukreina sunnudagin (Mynd: EPA)

Daley Blind, sum er við í niðurlendska EM-hópinum sigur, at tað ávirkaði hann sterkt at síggja Eriksen smella um á vøllinum.

- Eg umhugsaði at geva avboð til dystin hjá okkum. Eg svar illa náttina eftir hasa hendingina, hevur Blind greitt frá.

Tí komu boðini um at Christian Eriksen var vakin og við gott mót sum ein lætti fyri niðurlendska landsliðsleikaran.

- Tá Christian heitti á sínar egnu liðfelagar um at spæla, tók eg eisini avgerð um at gera tað sama, sigur hann.

Í 2019 fekk Daley Blind staðfest ein bruna í hjartavøddanum og fekk tí ein kvikil fyri at stúra hjartarútmuni. Men í einum vinardysti í august í fjør, slóð lítla battarídrivna tólið frá, og hann small um á vøllinum.

- Eg havi sjálvur upplivað nakað líknandi, og eg skuldi vinna á nøkrum mentalum avbjóðingum, áðrenn eg kundi spæla víðari, sigur 31 ára gamli Blind.

Christian Eriksen og Daley Blind vóru á ungum árum liðfelagar í niðurlendska felagnum Ajax.

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder