Skulu Føroyar spæla røkkstøkk-dystir um uppflyting til Deild B í Nations League ella heilt víst verða verandi í næstniðastu deildini?
Hetta fáa vit svar uppá um eina viku, tá Føroyar og Moldova spæla á Tórsvølli í síðsta umfari í bólkinum. Ókeypis atgongd er fyri áskoðarar. Tað er tó neyðugt at skráseta seg áðrenn. Áðrenn vikuskifti høvdu longu yvir 2.000 áskoðarar skrásett seg. Hetta staðfesti Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin.
Sí eisini: Ókeypis landsdystur: - Vilja hava so nógv sum gjørligt á Tórsvøll at stuðla
Hópurin varð úttikin mánadagin. Hetta við fýra broytingum frá hópinum, sum endaði seinasta landsliðsvindeygað.
![]()
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Jóannes Bjartalíð, ein av teimum úttiknu. Føroyar spældu fýra javnleikir - av fýra møguleikum - fyrr í heyst (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr eisini: Eyðun Klakstein ikki nøgdir við úrtøkuna higartil
Síðani hava spælararnir úr heimligu kappingini vant tríggjar ferðir á Tórsvølli. Hetta saman við U21-landsliðsspælarum og øðrum, sum hava verið ella eru kring U-landsliðini.
Útisetarar høvdu dystir um vikuskifti, men eru á veg, ella eru komnir, til Føroya. Fleiri venja við í dag klokkan 16 í dag, tá Eyðun Klakstein savnar troppararnar aftur á Tórsvølli - og tað man verða við fullum hópi ella harum, at Føroyar eisini venja týsdagin klokkan 16
Mikumorgunin 11. november gongur leiðin til Slovakia, har føroysku menninir skulu royna seg fríggjakvøldið 13. november klokkan 19.45.
Portalurin og FM1 vera við á ferðini og hava nógv meira tilfar úr landsliðsleguni hesa vikuna
-------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald