Fótbóltur

- Meira enn trý stig eru uppá spæl

Dan í Soylu er greiður viðvíkjandi týdninginum av grannuppgerðini í Gundadali í morgin. Miðvallarin sigur, at tað sjálvandi er ein smeitur, at Adrian ikki er við, men at HB sum heild er væl fyri.

- Við sigrinum á Vìkingi fingu vit sent eitt signal um, at vit ætla okkum at vera við har, tað er stuttligt at spæla, sigur Dan í Soylu, ið her er í dysti mórti B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Við sigrinum á Vìkingi fingu vit sent eitt signal um, at vit ætla okkum at vera við har, tað er stuttligt at spæla, sigur Dan í Soylu, ið her er í dysti mórti B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-31 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin setti HB Víking uppá pláss við einum 3-0 sigri í Gundadali - einum sigri ið gjørdi, at HB hevur fult stigatal fyri fýra umfør í Betrideildini. Hetta var ein sigur, ið sambært Dan í Soylu hevði stóran týdning:

- Sigurin á Víkingi var sera umráðandi fyri okkum. Fyrsti dystur móti einum topp fimm liði, har vit fingu roynt okkara nýggju spæliskipan, og við sigrinum fingu vit eisini sent eitt signal um, at vit ætla okkum, at vera við har tað er stuttligt at spæla.

[object Object]
Dan í nærdysti við Gunnar Vatnhamar í dystinum hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

23-ára gamli miðvallarin hevur, síðani hann kom til HB í 2018, verið við til at vunnið tríggjar grannauppgerðir í Betrideildini. Í fjør vann HB tó onga av teimum trimum í Betrideildini og tapti eisini dramatisku finaluna um Løgmanssteypið móti grannunum í 2018. Sandoyingurin er greiður yvir týdningin, sum uppgerðin hevur:

- Allir dystir eru líka umráðandi, men í morgin eru tað ikki bara 3 stig uppá spæl. Tað snýr seg um eina grannauppgerð, og tá eru meira enn 3 stig at spæla um.

Hvat skulu tit gera móti grannunum, sum ger, at tað koppar tykkara veg?

- Vit skulu standa saman sum eitt lið, halda okkum til okkara spæliskipan, og vísa góðan hugburð. Og so at vera til reiðar at taka av, tá møguleikanir koma.

Árni Frederiksberg: - Ger alla vikuna lættari um man vinnur júst hendan dystin

HB skal spæla uttan Adrian Justinussen komandi áleið seks vikurnar. Toppskjúttin í deildini breyt eitt bein í høgra fóti, tá hann stóð fastur í vøllinum í dystinum móti Vìkingi í 4. umfar. Ein dyst ið Dan í Soylu og HB vunnu 3-0:

- Tað er sjálvandi ein smeitur, at vit ikki hava Adrian við, og tað vil sjálvandi hava sína ávirkan, tí hann hevur nakrar heilt serligar eginleikar. Tað ávirkar tó ikki meira enn so. Adrian misti meginpartin av Víkinga dystinum, og har haldi eg, at vit vístu góðar dygdir. Tað er ein smeitur, at Adrian ikki verður við, men vit hava fyrireika okkum væl, so vit eru klárir í morgin klokkan 15.

Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samanum. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder