Sonni Larsen var í nógv ár ógvuliga virkin í føroyskum hondbólti og fekk eisini góð úrslit: Sum venjari hjá besta mansliðunum hjá H71 (seinni kvinnunum), hjá U21-landsliðnum hjá monnum í HM-endaspæli og síðani hjá A-landsliðnum hjá monnum, ið menti seg nógv frá 2017 til 2021.
Í fjør tók ein annar dani, Peder Bredsdorff-Larsen, við og Sonni Larsen, ið tá eisini var í donskum hondbólti, var burtur úr føroyskum hondbólti eina stutta tíð. Boð vóru tó eftir nú 35-ára gamla venjaranum í vetur, tá Dragna Brljevic segði seg úr starvi, og Sonni Larsen og Finnur Hansson stóðu á odda fyri kvinnulandsliðnum í fýra EM-undankappingardystinum í vár.
Hondbóltssamband Føroya hevur seinnapartin kunngjørt, at teir halda fram í hesum leiklutunum, og Sonni Larsen er spentur uppá uppgávuna.
- Tað minnir uppá nogvar mátar um, hvar menninir vóru fyri nøkrum árum síðani. Tað er ein verkætlan, har eg skal vera við til at seta kósina fyri tí ítróttarligu og persónligu menningini. Eg gleði meg. Eg fái altíð stórar upplivingar og nógvar royndir í samband við altjóða dystir.
Hetta sigur landsliðsvenjarin við danska hondbóltsmiðilin hbold.dk í samband við eitt-ára sáttmálan, ið Sonni og HSF eru komin ásamt um. Hann fevnir eisini um aðrar uppgávur.
- Harumframt verður mín uppgáva - eins og fyrr - at arbeiða tætt saman við venjarum í feløgunum og landsliðsvenjarunum í yngri árgangunum um menningina
Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at Sonni Larsen verður venjari hjá U06-kvinnum saman við Agnari Joensen. Hesar skulu til EHF Championship kapping næsta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald