Klokkan 09.50 setti eitt flogfar seg úr Vágunum við kós móti Aberdeen. Umborð eru teir úr NSÍ, sum um eina løtu koma til triðstørsta býin í Skotlandi. Har bíðar ein stór uppgáva í 1. umfari í Europa League - ímóti liðnum sum endaði nummar fýra í Skotlandi í fjør, sum seinastu seks árini hevur luttikð í Europa League, og sum fimm av teimum hevur spælt víðari til 3. umfar.
- Nú hittu vit Hibernian fyri tveimum árum síðani, og mótstøðan kemur helst at minna nógv um ta, vit møttu tá.
Soleiðis sigur Bárður Jógvansson Hansen um uppgávuna. Í 2018 tapti NSÍ heili 6-1 í Edinburgh (spældi tó í undirtali í beint yvir ein tíma), og á Svangaskarði endaði tað 4-6, har Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrikk.
Hvat skal NSÍ so gera betri, enn tá liðið seinast var í Skotlandi og fyri at hava nakran møguleika fyri at spæla seg viðari?
- Fyrst og fremst snýr tað um at halda teimum frá so nógvum møguleikum sum gjørligt. Eydnast tað, so vita vit, at vit altíð megna at skapa nakrar málmøguleikar.
- Lagið er gott, sjálvsálitið er høgt, og menn eru spentir til uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)
Farna hóskvøld vann NSÍ heili 5-1 á Barry Town United. Tað var fyrstu ferð, at felagið spældi seg víðari í evropeiskum fótbólti. Hóast mótstøðan ikki var tann sterkasta, so gav sigurin sjálvsálit, og nú eru teir svangir og spentir uppá meira, sigur Bárður Hansen:
- Fyrireikingarnir minna nógv um tær, sum vóru til seinasta dyst hjá okkum á Svangaskarði. Lagið er gott, sjálvsálitið er høgt, og menn eru spentir til uppgávuna. Úrslitið á Toftum vísir, at alt ber til. Vit fara ikki til Aberdeen til sightseeing men fyri at koma víðari
28-ára gamli Bárður Jógvansson Hansen er í gongd við sítt fjórða kappingarár í NSÍ. Hann hevur havt eitt sera gott kappingarár sum høgri vongbakkur, men hevur spælt lítið seinastu tveir mánaðirnar. Í dystinum á Svangaskarði í seinastu viku, noyddist hann út eftir ein tíma, men hóast støðan viðvíkjandi knøunum ikki er so góð, so spælir Bárður fyri NSÍ í Aberdeen í morgin:
- Knøini hava sæð betri dagar. Eg havi spælt uppá sproyjtur nú í tvey ár, men í vetur farið eg undir skurð í báðum knøunum. Talan er um eitt slag av kroniskum bruna í báðum sinunum í knøunum. Men eg ætli at spæla hósdagin.
Fyrsta bríksl í annaðkvøld verður klokkan 19.45. Dysturin kann síggjast ókeypis hjá Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald