Fótbóltur

- Mourinho fer ongan veg

Umboðsmaðurin hjá portugisiska venjaranum slær fast, at Mourinho verður verandi í United.

Jose Mourinho er undir trýstið, men sambært hansara umboðsmanni; ikki av felagnum
(Mynd: EPA)

Jose Mourinho er undir trýstið, men sambært hansara umboðsmanni; ikki av felagnum (Mynd: EPA)

2018-12-08 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hava verið nógvar gitingar um José Mourinho í seinastuni. 55-ára gamli venjarin og hansara United-lið hava havt tað sera trupult í serliga Premier League í ár, og ligga á einum skuffandi 8. plássið við 22 stigum. City er longu 19 stig vekk, og tað verður sera torført at koma í topp-fýra. 

Nógv spurnarteking eru sett við, og nógv ónøgd er knýtt at, leikháttinum og verumátanum hjá portugisiska venjaranum. Hann hevur sáttmála til og við 2020, men flestu serfrøðingar og fótbóltsáhugaði eru ikki í iva um, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn han rýkur. Veddingarfyritøkurnar hava hann eisini sum favoritt at gerast næsti Premier League-venjari, sum verður koyrdur.

Í gjár úttalaði umboðsmaðurin hjá Mourinho seg um støðuna við altjóða miðlar. Jorge Mendes, ið eisini er umboðsmaður hjá millum annað Cristiano Ronaldo, sigur at einki hald er í leysasøgunum: 

- Tað er fullkomiliga ósatt. Jose er sera fegin um at vera í felagnum og í felagnum eru tey sera glað fyri hann. 

Portugisiski umboðsmaðurin er eisini til tíðir umstríddir, men hann er so ikki í iva um, hvar framtíðin hjá Mourinho liggur; hóast nógvar søgur eru um hann, og til dømis at hann skal aftur til Real Madrid:  

- Hann hevur ein langtíðarsáttmála við Manchester United, og hann leggur alla orku í felagið fyri at byggja eitt støðugt projekt, ið er bygt á at vinna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder