Hilmar Leon Jakobsen hevur seinastu árini verið ein av lyklaleikarunum hjá H71 og hevur eisini gjørt um seg á U21 og á A-landsliðnum í hondbólti. Men fótbóltsevnini hava eisini altíð verið góð, og fyrr í ár kom Hilmar Leon inn á tá sera skaðaplágaða HB-liðið eftir nøkur góð avrik í 1. deild.
Í sínum fyrsta dysti í Betrideildini í fimm og eitt hálvt ár legði Hilmar Leon upp til avgerðandi málið hjá HB í Fuglafirði 4. juli. Sìðani hevur sterki álopsleikarin skorað 4 mál í 9 dystum - millum annað í grannauppgerðini móti B36 í juli. Ein av dystunum, ið nummar 23 er byrjaður inni í, var í Europa League-dystinum í Belfast.
- Tað hevur verið ein stuttlig og avbjóðandi tíð. Men at spæla fótbólt á høgum støði aftur, er tað sum telur mest hjá mær, sigur Hilmar Leon. Eg havi sum so einki merkt til skaðarnar. Eg havi verið eymur onkuntíð, men í góðum samstarvi við venjararnar havi eg lært at lurta eftir kroppinum.
Mynd: Sverri Egholm
Soleiðis sigur Hilmar Leon Jacobsen við hb.fo. HB boðaði fyrr í kvøld frá, at Hilmar Leon nú hevur longt sáttmálan, so at hann nú er galdandi til kappingarlok 2022.
Men hví hevur hann valt hetta, sum eisini merkir, at hann fyribils leggur harpiksi á hilluna?
– Stutt og greitt so hevur tað altíð verið dreymurin hjá mær at spæla fótbólt. Um eg ikki var blivin skaddur sum yngri, so hevði eg valt fótbóltin fram um alt annað. Eg havi haft nógv góð upplivilsir í hondbóltinum, men tá man fær ein møguleika sum hendan, nærmast burtur úr ongum, so tekur man av. Tí havi eg skrivað undir nýggjan sáttmála og satsi nú 100 prosent uppá fótbóltin.
Jens Berthel Askou sigur soleiðis um Hilmar Leon við hb.fo:
– Hann er eitt stórt talent, sum tíverri bleiv steðgaður av skaðum í einum ungum aldri. Tíbetur er hann komin so væl fyri seg, at hann nú sleppur at vísa seg fram. Frá fyrsta degi hevur hann víst ein ótrúligan vilja - ein vilja at prógva seg. Hann er ikki komin her bara til stuttleika, men hevur arbeitt ótrúliga hart fyri at náa síni mál. Hann hevur verið dystaravgerðandi, og tað prógvar, at hann hevur evnini at vera við her,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald