Fótbóltur

Hondbóltsspælarin hjá HB heldur fram

Hilmar Leon Jakobsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við HB.

Hilmar Leon Jakobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hilmar Leon Jakobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-08 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri aðru ferð í ár hevur Hilmar Leon Jakobsen gjørt sáttmála við HB. Seinast var hann galdandi restina av kappingarárinum, men nú er sáttmálin galdandi til 2022.

Hesum boðar HB frá í kvøld.

Hilmar Leon Jakobsen er mest kendur frá hondbóltinum, og hevur í fleii ár spælt við besta hondbóltslandsliðnum. Men hann hevur víst seg at vita hvar málið er, og satsar nú uppá fótbóltin.

[object Object]Hilmar Leon í Luksemburg í januar fyri hondbóltsslandsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

- Hann hevur víst máltev, og tað ætlar hann sær at halda fram við komandi árini, skrivar HB.

Hilmar Leon Jakobsen hevur leikt 7 dystir fyri HB Betri deildini í ár og skorað 4 mál.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder