- Skal siga Teiti hvar hann skal kasta seg

Nýggi hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti hjá monnum er eisini HB’ari, og Hjalti Mohr Jacobsen eigur stóran leiklut í brotssparksfyrireikingunum hjá HB-málverjanum - millum annað til steypafinaluna.

- Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Teitur Gestsson heldur tilvildarliga spurdi meg, um eg kundi hjálpa honum við nøkrum brotsspørkum. So er samstarvið hildið fram, sigur HB-fjepparin og hondbóltsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Teitur Gestsson heldur tilvildarliga spurdi meg, um eg kundi hjálpa honum við nøkrum brotsspørkum. So er samstarvið hildið fram, sigur HB-fjepparin og hondbóltsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Teitur Gestsson heldur tilvildarliga spurdi meg, um eg kundi hjálpa honum við nøkrum brotsspørkum. Eg skeyt jú nógv straffir í hondbólti, og hann sigur jú, at havi nøkur serstøk trekk og dygdir.

Eftir finalusigurin hjá HB á B36 leygarkvøldið kom tað fram i ljósmála, at liðformaðurin hjá HB hevði fingið serstaka hjálp í sambandi við brotssparkskappingina. Tað staðfesti Teitur Matras Gestsson eftir spurning frá bolt.fo.

Málverjin avdúkaði fyri Jákupi Ósa, at Hjalti Mohr Jacobsen hevur hjálpt honum at greina. Í síðstu viku, men eisini til stórar løtur undanfarnu árini, hevur núverandi hjálparvenjarin á hondbóltslandsliðnum havt sína ávirkan á føroyskan fótbólt

- Eg fór so at hyggja eftir nøkrum skjúttum, og vit byrjaðu við Jóannesi Bjartalíð tá í greipuárinum 2020, má tað hava verið. Hann skoraði næstan altíð men hevði nøkur serstøk ting, og tað eydnaðist Teiti at bjarga hjá Bjartalíð tvær ferðir ta árið, eftir at vit høvdu fyrireikað okkum væl: Bæði í lykladysti móti KÍ í landskappingini og í brotssparkskapping í steypakappingini.

Samstarvið hevur hildið fram, og landsliðsmálverjin í fótbólti og liðskiparin hja HB vil hava greið boð frá hondbóltsvenjaranum og fyrrverandi spælaranum hjá Kyndli um, hvar hann skal kasta seg:

- So nú, tá avgerandi dystir eru, so plagar Teitur at senda mær brotsspørkini. Og hann sigur, at eg SKAL siga honum, hvar hann skal kasta seg hjá hvørjum skjútta - har er einki væl, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen smílandi.

Sí eisini: Hjalti um stig - og hondbólt

Sí eisini: Nummar 30 í røðini hjá HB

38-ára gamli havnarmaðurin er sjálvur HB’ari og tískil ógvuliga fegin um steypagullið leygarkvøldið.

Teitur Matras Gestsson bjargaði einum brotssparki móti B36 - hann fekk væl hondina á skotið hjá Símuni Sólheim. Málverjin fór eisini rætta vegin, og sum hann og Hjalti høvdu avtalað, tá hin liðformaðurin skeyt. Skotið hjá Jann Benjaminsen fór tó heilt upp í málhornið. Eitt B36-brotsspark fór uppum.

Mikudagin skal Pauli Jacobsen royna at bjarga brotsspørkum úr sjey metrum í fyrsta dystinum hjá A-landsliðnum við Hjalta Mohr Jacobsen sum hjálparvenjara. Føroyar taka ímóti Kosovo í morgin, mikukvøldið. Talan er um fyrsta umfar í undankappingini til EM 2026.

Sí eisini: (Myndir): Nú nærkast til EM byrjar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder