Fótbóltur

Nummar 30 í røðini hjá HB

Steypagullið leygarkvøldið var tað fjórða seinastu seks árini hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta føroyameistaraheitið hjá HB var í 2020. Hetta árið vann felagið eisini greipuna. HB vann eisini Løgmanssteypið í 2019, og eftir at B36 og Víkingur komu ímillum í 2021 og 2022, hevur HB nú aftur vunnið steypakappingina hjá monnum tvey ár á rað.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Finalusigurin á grannunum í óstortliga veðrinum leygarkvøldið var nummar 30 í røðini síðani tí allarfyrstu slíku steypafinaluna í Føroyum - í 1955.

Fyrr var tað um Ísafjarðasúlununa, og nú er tað um Løgmanssteypið. Líkamikið hvussu tað eitur, so hevur HB sitið á steypakappingini hjá monnum.

Víkingur hevur vunnið lutfslsliga ofta síðani stovnanina í 2008 (seks ferðir), men fimm tey næstu feløgini á listanum aftanfyri HB skulu leggjast saman fyri at koma undir liðuna teimum reyð-svørtu á 30 finalusigrum:

30 – HB
7 – B36
6 – GÍ
6 – KÍ
6 – Víkingur
5 – TB

Afturat hesum koma EB/Streymur (4), NSÍ (3), VB (1) og B71 (1) sum steypavinnarar hjá monnum.

HB eigur 24 FM á manssíðuni - eisini flest.

Kelda: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder