Nú er bert eitt stórt samdøgur til Betrideildin byrjar, og seinastu dagarnar hava vit tikið pulsin á øllum liðunum við at tosa við eitt umboð fyri hvørt lið
Nú, til seinast, er tað tann á pappírinum størsti dysturin, sum kemur undir luppin. Talan er um endurtøku av FM-finaluni í fjør - tó eru Djúpumýra og nógvir túsind áskoðarar færri karmurin. Tvøramaðurin í KÍ sigur, at liðið er til reiðar at liva upp til 2019. Liðformaðurin hjá B36 sigur, at liðið nú bara gleðir seg til at koma í gongd, og avgjørt kann kappast heilt frammi í oddinum í ár
- Vit eru motiveraðir og spentir uppá at koma í gongd. Eg haldi ikki sjálvur, at seinasti dysturin í fjør motiverar okkum nakað eyka. Korona hevur gjørt, at tað eru meira enn seks mánaðir síðani, at vit seinast spældu ein landskappingardyst, so tann dysturin er langt síðan farin afturum. Nú vilja vit bara sleppa í gongd.
Bíðitíðin hevur verið long hjá Andriasi Eriksen, B36 og hinum liðunum í Betrideildini. Teir hjá ártalsfelagnum endaðu við at noyðast at taka til takkar við silvurkrónunum í fjør, hóast 19 dystir uttan ósigur, tí var KÍ greitt omaná í seinasta dystinum. Nú skal B36 aftur standa yvirfyri KÍ. Vit spyrja verjuleikaran, hvussu teir í B36 síggja uppá tí uppgávuna:
- Man fer ongantíð úr Klaksvík við trimum stigum uttan at møta upp fysiskt og verða til staðar allar 90 minuttirnar. Vit hava góð úrslit seinastu árini í Klaksvík, so vónandi kann dysturin útvikla seg, sum vit vilja hava tað.
Andrias Høgnasen Eriksen er til reiðar at leiða B36 inn á vøllin aftur - hesaferð uttan áskoðarar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Merkisvert var, at B36 misti royndu profilarnir Lukasz Cieslewicz (Víking) og Jónas Tór Næs (givin) í vetur. Sebastian Pingel er komin til felagið, og so vórðu tveir, sum í byrjanini bara vandi við fyri at halda seg í gongd, Sonni Ragnar Nattestad og Meinhard Olsen knýttir til.
- Vit mistu nakrar stórar profilar og týdningamyklar leikarar fyri felagið í vetur. So at hava fingið tann styrkin, sum vit hava fingið, eru vit sera glaðir fyri. Kappingin um plássini millum teir fyrstu ellivu ger, at venjingarstøði er sera høgt, og menn mugu vísa, hvat teir eru gjørdir av til venjing.
Hvat skal so til um B36 aftur skal kappast heilt frammi í oddinum?
- Fótbóltur verður avgjørdur í báðum feltunum. So vit føla, at um vit kunnu verða líka avgjørdir í báðum endunum á vøllinum sum í fjør, so fara vit uttan iva at kappast í toppinum aftur í ár.
Liðskiparin
26-ára gamli Andrias Eriksen hevur seinastu seks árini spælt 144 dystir fyri B36, sambært FaroeSoccer. Verjuleikarin fekk í fjør sína debut á A-landsliðnum og gjørdist liðformaður hjá B36:
- Tað er ein stórur heiður at kunna verða liðskipari í B36. Hyggur ein eftur hvør hevur leitt felagið út á vøllin seinastu 20 árini, so finnur ein nakrir av størstu profilinum í føroyskari fótbóltssøgu. Men eg havi sjálvur ikki hugsað serliga nógv um tað. Jákup hevur valt meg at leiða liðið á vøllinum eftur hansara hugsjón, og eg føli, at eg standi inni fyri nógvum av tí, sum Jákup ger. So vónandi klári eg at røkja tí uppgávuna til fulnar.
Les eisini: Patrik Johannesen: Føla ikki størri trýst á okkum í ár
Fótbóltur
- Skulu aftur í ár vera avgjørdir í báðum endunum av vøllinum
- Kappingin um plássini millum teir fyrstu ellivu ger, at venjingarstøði er sera høgt, og vit eru sera spentir at koma í gongd. Hetta sigur Andrias Eriksen, ið sær ein stóran heiður í at vera liðformaður hjá B36.
Andrias Høgnason Eriksen skal royna at halda skil á Jóannes Bjartalíð og hinum KÍ' arunum - Vit hava góð úrslit seinastu árini í Klaksvík, men skulu av álvara vera til staðar allar 90 minuttirnar (Mynd: Sverri Egholm)
2020-05-08 11:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald