Nú er bert eitt stórt samdøgur til Betrideildin byrjar, og seinastu dagarnar hava vit tikið pulsin á øllum liðunum við at tosa við eitt umboð fyri hvørt lið
Nú, til seinast, er tað tann á pappírinum størsti dysturin, sum kemur undir luppin. Talan er um endurtøku av FM-finaluni í fjør - tó er Djúpumýra, og nógvir túsund áskoðarar færri, karmurin. Liðformaðurin hjá B36 sigur, at liðið nú bara gleðir seg til at koma í gongd. Tvøramaðurin í KÍ sigur, at liðið er til reiðar at liva upp til 2019
- Vit føla ikki størri trýst á okkum í ár enn í fjør. Vit hava sjálvandi nakað at liva upp til, tí vit vunnu FM í fjør. Vit eru klárir til at geva alt fyri at vinna aftur í ár.
Hetta sigur Patrik Johannesen, sum í fjør spældi 35 dystir og skoraði 19 mál í øllum kappingum fyri KÍ. 24-ára gamli kviki og sterki álopskendi leikarin við tí góða skotinum vann sítt fyrsta gull á hægsta støði í Føroyum, og KÍ vann sítt fyrsta FM-heitið í 20 ár.
Patrik í FM-dystinum í fjør. Hann hevur áður spælt fyri júst B36
Hvussu verður so í 2020 hjá FM-vinnarunum, og hvussu hava teir gjørt seg til reiðar at hitta B36 aftur?
- Vit hava fingið nakrar nýggjar leikarar inn á liðið. Teir skulu hava tíð at fella til í hópinum og læra spælistílin hjá okkum.
- Vit hava ikki gjørt so nógv øðrvísi enn vanligt upp til dyst móti B36. Vit gera eina ætlan, um hvussu vit vilja hava dystin at fara fram - so vit fáa størri møguleika at vinna tey trý stigini.
Trívist væl á vinstra kanti
Patrik kom til KÍ sum áleypari og spældi sentralt og fremst fyrsta partin av kappingarárinum. Men síðani varð tvøramaðurin meira ella minni vinstri kantur. Hetta plássið hevur hann eisini spælt nógv í venjingardystunum. Hann sigur, at hann altíð fyrst og fremst vil hjálpa liðnum:
- Eg trívist væl á kantinum. Tað er altíð ein fyrimunur hjá einum sjálvum, tá man kann røkja fleiri pláss á liðnum. Mín høvuðsleiklutur er at hjálpa liðnum við mínum royndum. og traðka til tá tað krevst, so vit fáa tey úrslitini vit hava tørv á.
Les eisini: Andrias Eriksen: -Skulu aftur í ár vera avgjørdir í báðum endunum av vøllinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald