Fótbóltur

- Skulu fáa áskoðarnar á Tórsvølli at áhaldandi møta upp

Les um hvussu Hallur Hansson sær uppá komandi stóru uppgávuna hjá landsliðnum, og hvussu miðvallarin sær uppá sín nýggja sáttmála við Horsens.

Hallur Hansson skoraði í fjør sítt fjórða landsliðsmál; hetta var í dysti móti Malta á Tórsvølli í Nations League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson skoraði í fjør sítt fjórða landsliðsmál; hetta var í dysti móti Malta á Tórsvølli í Nations League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-05 12:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum til stóra dystin móti Spania eru fult í gongd. Fríggjakvøldið verður fult hús á Tórsvølli, tá heimsstjørnurnar vitja.

Ein av okkara størstu profilum er miðvallarin Hallur Hansson. Hann hevur leikt 40 dystir fyri A-landsliðið, og í gjár varð kunngjørt, at Hallur hevur longt sáttmálan við AC Horsens , ið hann hevur spælt fyri í trý ár.

Tað hevur annars ljóðað, at miðvallarin fór at skifta Horsens út við eitt størri felag, nú sáttmálin fór at ganga út skjótt, og sambært Halli er hetta avgjørt framvegis málið. 26-ára gamla leikarin sigur við Portalin, at nýggi sáttmálin er góður fyri hann uppá fleiri mátar: 

- Eg trívist væl í felagnum, og so fekk eg bjóðað eitt tilboð, sum eg ikki kundi siga nei til. Eg hevði aðrar møguleikar, men sjálvt um eg havi longt við Horsens nú, so merkir tað ikki, at eg ikki kann fara víðari til eitt stórri felag, tí tað er tað, sum er málið hjá bæði Bo (Henriksen, venjara í Horsens, red.) og mær. Sáttmálin merkir bert, at áhugað feløg mugu gjalda eina peningaupphædd fyri meg, um eg skal skifta. Tað eri eg avgjørt eisini sjálvur áhugaður í, at tey gera, tí so veit man, at tey veruliga gjarna vilja hava seg og ikki bara taka teg inn tí at sáttmálin hjá einum gongur út.

Nú er fokus hjá Halli tó á uppgávuna fríggjakvøldið: 

- Tað er einki at ivast í, at vit koma til at møta einum heimsklassa liðið fríggjakvøldið. Einki er avgjørt frammanundan, so vit fara inn við tí fyri eyga at gera okkara besta, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur.

At spæla á føroyska tjóðarleikvøllinum hevur nógv at siga fyri Hall Hansson og liðfelagarnar, men tað fylgir eisini ein ábyrgd við hesum: 

- Tað verður deiligt at koma aftur á Tórsvøll, og serliga nú tá tað verður fullsett. Men tað liggur eitt ávíst trýst á okkum leikarum, um at halda eitt høgt støði fyri at fáa áskoðarnar at tíma at blíva við at møta upp á Tórsvølli til komandi landsdystir.

Føroyar og Spania spæla klokkan 19.45 fríggjakvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder