Í finska høvuðsstaðnum fyrireika føroyameistararnir seg nú til ársins mest umráðandi dyst.
Steypakappingin er farin, fjórða FM-heitið á rað er ein fjarur dreymir, men møguleikin at koma í eitt evropeiskt bólkaspæl (deildarspæl) aftur, livir sanniliga.
KÍ og HJK Helsinki spældu 2-2 javnleik á Tórsvølli í fyrra dystinum. KÍ spældi við tíggju monnum í umleið 70 minuttir eftir reyða kortið hjá René Shaki Joensen. Hóast hetta venduu teir kongabláu 0-1 til 2-1, áðrenn HJK í yvirtíðini javnaði.
Harvið er ein lítil fyrimunur til finska stórfelagið undan seinna dystinum, men KÍ var væl betra liðið á degnum - eisini í undirtali - og at spæla ein kvøldardyst á graslíki í Helsinki síðst í august burdi ikki givið størri avbjóðingar enn tað reint fótbóltsliga.
Árni Frederiksberg, Kristoffer Ødemarksbakken og Espen Haug, ið KÍ-síðan fekk orðið á í sambandi við venjing í gjár, eru eisini bjartskygdir. Teir tosaðu millum annað um góða lagið í leguni, hvat man skal taka við frá fyrra dystinum og tað at spæla slíkar stórar dystir.
Árni Frederiksberg:
- Hópurin hevur tað gott. Tað er gott lag, og tað er eisini avgerandi fyri, at vit fáa ein góðan dyst hóskvøldið. Umstøðurnar eru góðar - vøllurin, veðrið og maturin (...) vit skulu út at spæla hetta sum ein púra vanligan dyst og ikki sum nakað annað, tí so kunnu vit renna okkum í trupulleikar.
Kristoffer Ødemarksbakken:
- Tað er óguvliga stuttligt at spælt í Evropa. Tað havi eg ikki roynt áður, og tí er tað stuttligt at koam til Føroyar og KÍ og royna tað. Vit spældu væl á heimavølli, og tað snýr seg um at gera nógv av somu tingunum rætt. So trúgvi eg uppá, at tað eisini fer at ganga væl hósdagin.
Kristoffer Ødemarksbakken er nú fastur maður á vinstra vongi hjá KÍ - hann skoraði í heimadystinum móti Banja Luka. Norðmaðurin fegnast um at sleppa at royna evropeiskan fótbólt (Mynd: Sverri Egholm)
Espen Haug:
- Tað er lætt hjá mær at vera høvuðsvenjari, tá eg havi so góð fólk rundan um seg, ið gera eitt so stórt og gott arbeið, umframt ein hóp við so nógvum dugnaligum fótbóltsspælarum. Vit spældu við 10 monnum í 70 minuttir og stóðu okkum væl. Nú hava vit fýra spælarar við, sum ikki spældu á Tórsvølli. So fáa vit at síggja, um teir eru til reiðar hesaferð. Vit gleða okkum sjálvsagt til ein slíkan dyst.
Teir spælararnir, ið høvuðsvernjarin her sipar til, eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic og Claes Kronberg. Í verjupartinum, umframt í deyðbóltum, kann tað gera stóran mun, um eini tveir av hesum fyrstnevndu kunnu spæla rímiliga nógv.
Odmar Færø (t.h.) her knýtir gaggurnar. Miðverjin fór
UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29.08
17.00: HJK Helsinki (2) - KÍ (2)
Dysturin kann síggjast fyri eitt gjald Í KÍ-varpinum.
Sí eisini: KÍ-hópurin fyrireikar seg nú í Finnlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald