Sunnudagin seinnpartin fekk KÍ í evstu løtu sigurin móti EB/Streymi. Harvið helt liðið hjá Espen Haug sær inni í oddastríðnum - í gjár setti hópurin kósina móti Helsinki.
Ferðast varð umvegis Keypmannhavn, og í gjárkvøldið komu tey í KÍ-ferðalagnum uppá pláss í finska høvuðsstaðnum.
Í dag hevur styrkisvenjing og venjing á vøllinum verið á skránni. Soleiðis er eisini í morgin - tíðliga hóskvøldið er stóra brakið móti HJK Helsinki uppá pláss. Hetta avgerð, hvørt KÍ kemur aftur í Conference League-bólkaspæl. Hetta er nú skipað sum sonevnt deildarspæl.
Hallur Hansson og hinir í vektrúminum í Helsinki fyrr í dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Her á graslíkisvølli til fótbóltsvenjing (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
KÍ skoraði tvær ferðir og hevði møguleikarnar at skora fleiri. HJK hevði fáar málmøguleikar, men Lee Erwin smekkaði bóltin í KÍ-málið tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
HJK, sum spældi í yvirtali í yvir ein hálvleik, javnaði til 2-2 í yvirtíðini í fyrra dystinum. KÍ var annars betri á Tórsvøll, men úrslitið ger, at finska stórfelagið er favorittur til seinna og avgerandi dystin.
Tað eru umleið 20 hitastig í Helsinki og ikki slavið. Dysturin skal eisini spælast á graslíki, so fyritreytirnar hjá KÍ eru í tann mun góðar.
UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29.08
17.00: HJK Helsinki (2) - KÍ (2)
Dysturin kann síggjast fyri eitt gjald Í KÍ-varpinum.
Hópurin tekur sær av løttum, meðan bíðað verður eftir bussinum (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Odmar Færø og hinir fara í gaggurnar. Um verjuskansin verður tøkur, kann tað týða nógv fyri KÍ. Hann, Heini Vatnsdal (beint aftanfyri) og Deni Pavlovic spældu ikki í fyrra dystinum. Allir eru við í Finnlandi (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald