Um tvær vikur møtir okkara A-manslandslið Kekkia í Høllini á Hálsi til EM-undankappingardyst. Seinastu tríggjar dagarnar hava teir bæði havt fysiskar testir og vanliga hondbóltsvenjing. Hetta hevur gingið avbera væl, heldur Sonni Larsen, høvðusvenjari.
- Eitt, ið hevur verið heldur serstakt við venjingunum hesar seinastu dagarnar er, at fleiri av U20-landsliðsleikarunum hava verið við til venjingarnar. Hetta fyri at byrja eina meira natúrliga yvirgongd frá U-landsliði til A-landslið, ið er nakað, ið vit vóna at gera meira av í framtíðini. Hetta kann eitt nú vera ein stórur fyrimunur, um man skuldi verið so óheldigur at verði raktur av skaðum til dystirnar í januar, sigur Sonni Larsen.
Summir leikarar hava ikki vant ella spælt fast í tveir mánaðir, men hóast hetta er landsliðsvenjarin jaligur (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hevur eisini verið ein fyrimunur, nú fleiri av lyklaleikarunum hava mangla orsakað av sóttarhaldi. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava eisini havt stóra ávirkan hjá flestu leikarunum, ið spæla í útlondum.
- Koronastøðan kann sigast at hava broytt útgangsstøðið eitt sindur. Tað hevur sjálvsagt stóra ávirkan, tá lyklaleikarar ikki fáa verið við til nakað av fyrireikingunum. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava órógvað hondbóltin nógv hetta seinasta kappingarárið.
Hetta sigur Leivur Mortensen, ið er ein av leikarunum, sum skulu møta kekkum á vøllinum 6. januar.
- Vit fara at møta einum topptunaðum kekkisum liði, ið kanska ikki hevur havt líka stórar avmarkingar, sum vit hava havt. Hetta í mun til sóttarhald og tílíkt. Vit hava onkrar leikarar, ið ikki hava spælt dystir ella vant við sínum fasta liðið í tveir mánaðar, sigur Sonni Larsen, ið leggur aftrat, at hann hóast umstøðurnar er optimistiskur um avbjóðingina, ið er fyri framman.
Les eisini: Spæla á heimavølli móti Kekkia 6. januar
Leivur Mortensen er eisini bjartskygdur. Hoyvíkingur heldur, at teir hava møguleika at vinna stig - helst í Høllini á Hálsi.
- Tað er eingin loyna, at tað liggur ein stór og torfør uppgáva fyri framman. Kekkia er ein stór hondbóltstjóð, sum helst eisini er besta liðið í bólkinum. Tá tað so er sagt, ætla vit sjálvandi at royna at vinna stig. Kanska helst á heimavøllinum.
A-landsliðið hjá monnum spæla tveir EM-undarkappingar dystir móti Kekkia. Fyrri dysturin verður leiktur 6. januar í Høllini á Hálsi, meðan seinni dysturin verður leiktur 9. januar í Pilzen í Kekkia.
Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald