Fótbóltur

- Spennandi bólkur og spennandi nýggj kapping

Nýggi landsliðsvenjarin gleðir seg til Nations League kappingina seinni í ár, har Føroyar eru í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kyprós.

– Vit komu í ein bólk við spennandi mótstøðulondum, sum vit ikki kenna heilt so væl sum fleiri av hinum londunum, sum Føroyar hava spælt fleiri vinardystir ímóti. Men nýggi kappingarleisturin er ótrúliga spennandi (Mynd: FSF)

– Vit komu í ein bólk við spennandi mótstøðulondum, sum vit ikki kenna heilt so væl sum fleiri av hinum londunum, sum Føroyar hava spælt fleiri vinardystir ímóti. Men nýggi kappingarleisturin er ótrúliga spennandi (Mynd: FSF)

2023-05-02 16:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag varð lutakastið til bólkaspælið í fyrstu Nations League kappingini hjá kvinnum avgreitt. Føroyar komu í bólk C3 saman við Aserbadjan, Montenegro og Kyprós. Millum áskoðararnar til lutakastið var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari. Hon gleðir seg til nýggju kappingina.

– Vit komu í ein bólk við spennandi mótstøðulondum, sum vit ikki kenna heilt so væl sum fleiri av hinum londunum, sum Føroyar hava spælt fleiri vinardystir ímóti. Men nýggi kappingarleisturin er ótrúliga spennandi, tí hetta eru øll lond, har vit kunnu vænta okkum harða mótstøðu og samstundis kunnu arbeiða miðvíst fyri at taka meira virknan lut í spælinum og skapanini av sjálvum dystinum.

[object Object]
Fyrrverandi liðskiparin á spanska kvinnulandsliðnum, Vero Boquete, dróg kúluna við Føroyum í bólk C3

[object Object]Bólkabýtið í niðastu deildini - talan er um tey londini, ið eru styrkismett 33 og niðureftir i Evropa 

Í hinum bólkunum finnast fleiri av londunum, sum føroysku kvinnurnar seinastu árini hava spælt fleiri vinardystir ímóti, eitt nú baltisku londini og Luksemborg. Men royndirnar móti júst Aserbadjan, Montenegro og Kyprós eru so at siga ongar í føroyskum A-landsliðshøpi, og tað ger bara uppgávuna enn meira spennandi, sigur landsliðsvenjarin.

– Nú kunnu ítøkiligu fyrireikingarnar ordiliga byrja, so eg eri byrjað at hyggja eftir hesum liðunum og fyrireika meg uppá, hvussu vit kunnu gera okkum galdandi í dystunum í heyst, sigur Signe.

Nýggi landsliðsvenjarin byrjar formelt í starvinum sum landsliðsvenjari 1. juni. Tá fer at hon at síggjast í Føroyum til dystir og annað, áðrenn hon og familjan flyta ordiliga til landið seinni í summar.

Fótbóltssamband Føroya

Les eisini: - Skulu langar ferðir seinni á ár


Dystarskrá - endasliga skráin kemur uppá pláss ein av komandi døgunum:

Matchdays 1–2: 20–26 September 2023
Matchdays 3–4: 25–31 October 2023
Matchdays 5–6: 29 November–5 December 2023

Kelda: uefa.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder