Fyri løtu síðani var lutakast í Nyon um bólkabýtið í fyrstu Nations League hjá kvinnum nakrantíð.
Føroyar vóru í niðasta styrkisbólki í niðastu deildini. Talan er um deild C, ið er ein av teimum trimum deildunum. Lond, ið eru styrkismett undir nummar 33 í Evropa, eru í hesari deildini.
Føroyar fingu Aserbadjan úr ovasta styrkislagi, Montenegro úr bólki nr. 3 og síðani Kýpros, ið er beint omanfyri okkum. Talan er um lond, sum verða mett at vera eitt sindur betri enn vit í kvinnulandsliðshøpi, men tó eisini lond, ið Føroyar kunnu spæla javnar dystir ímóti.
Okkara bólkur:
Spælt verður í heyst og tíðliga í vetur. Tveir dystir eru á skránni í seinnu hálvu av september, tveir síðst í oktober og síðani ein 29. novemer og tann seinasti 5. desember. Hetta verða áhugaverdar royndir hjá kvinnulandsliðnum undir nýggja landsliðsvenjaranum, Signe Priess Andersen.
Dystarskrá:
Matchdays 1–2: 20–26 September 2023
Matchdays 3–4: 25–31 October 2023
Matchdays 5–6: 29 November–5 December 2023
Kelda: uefa.com
Fótbóltur
Skulu langar ferðir seinni í ár
A-landsliðið hjá kvinnum er í bólki við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros í fyrstu Nations League-kappingini, sum byrjar í september. Hetta er greitt eftir dagsins lutakast.
Føroyar spæla fyrstu dystirnar í Nations League í seinnu hálvu av september - árið endar ikki fyrrenn 5. desember (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-02 12:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald