Fótbóltur

- Stórt at vera í steypafinaluni fyri fyrstu ferð

Hoyvíkskvinnur skulu leygardagin spæla sína fyrstu vaksnamannafinalu. Sambært Mariu Halsdóttir Weyhe merkist hetta væl hesa vikuna - millum annað til venjing. Spælskiparin sigur, at mentala javnvágin er lykilin.

Maria hevur verið ein lyklaleikari í menningini hjá H71. Størsti dysturin hjá liðnum higartil er nú á gáttini (Mynd: Sverri Egholm)

Maria hevur verið ein lyklaleikari í menningini hjá H71. Størsti dysturin hjá liðnum higartil er nú á gáttini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-13 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farna leygardag gjørdist greitt, at besta kvinnuliðið í Hoyvík fyri frystu ferð skal spæla í einari steypafinalu. H71 vann 22-19 á Neistanum í seinnu hálvfinaluni - samanlagdi sigurin var við átta málum. Nú er ein søguligur dystur fyri framman í Høllini á Hálsi. Hetta er stórt í Hoyvík, har tað merkist til venjingarnar, sigur Maria Halsdóttir Weyhe:

- Fyri felagið sum heild er tað sjálvandi stórt, at H71 fyri fyrstu ferð er í steypafinaluni hjá kvinnunum. Sum leikari er tað eisini øgiliga stuttligt at sleppa at vera ein partur av tí. At spæla steypafinalu er ikki sum at spæla ein vanligan dyst, tí umstøðurnar og trýstið eru heilt øðrvísi. Man merkir ein størri spenning við at fara til venjing og gleðir seg meira enn vanligt at spæla dyst.

Maria leggur tó dent á, at tær royna at fyrireika seg sum til ein vanligan dyst. Tann sálarliga parturin er tann mest týdningarmesti hjá hoyvíkskvinnum: 

-  Vit royna at fyrireika okkum væl við venjingum og fundum. Vit gjøgnumganga, hvat vit skulu leggja dent á bæði verju og álop. Men týdningarmiklasti lykilin er ivaleyst, at vit eru í mentalari javnvág og til reiðar at stríðast við øllum, vit hava.  


[object Object]
Maria og H71 skulu dystast við VÍF um steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

-  Vit royna at fyrireika okkum væl við venjingum og fundum. Vit gjøgnumganga, hvat vit skulu leggja dent á bæði verju og álop. Men týdningarmiklasti lykilin er ivaleyst, at vit eru í mentalari javnvág og til reiðar at stríðast við øllum, vit hava.  

Í hesum kappingarárinum hava H71 og VÍF spælt fýra ferðir ímóti hvør øðrum. Seinast var 25. januar í høllini í Vestmanna. Tað var í bólkaskpælinum í steypakappingini. Har vunnu vestmannakvinnur, men í heysthálvuni vann H71 allar tríggjar dystirnar á oddaliðnum í SMS-deildini - tvær ferðir í Vestmanna:
 
- Seinast vit spældu ímóti VÍF, taptu vit greitt, so vit hava stóra virðing fyri teimum. Tær hava góðar leikarar á øllum plássum, og fleiri teirra hava nógvar royndir og hava verið millum fremstu leikararnar í Føroyum í fleiri ár. Samstundis hava vit vunnið á teimum fyrr í ár, so vit vita, at tað ber til.

Maria Halsdóttir Weyhe spældi sum blaðung nakrar mánaðir í bestu deildini fyri VB, meðan hon gekk á Ítróttarháskúla. Hetta er triðja árið, at 19-ára gamli spælskiparin spælir í bestu deildini við barndómsfelagnum, ið tók stigið í 2017. Síðani hevur H71 nærkast oddinum, og nú er fyrsta finalan á skránni  Hetta er als ikki fyrsta steypfinaluvikuskifti, ið Maria og allarflestu av liðfeløgunum eru partur av, men nú snýr tað seg um vaksnamannahondbólt á størsta pallinum í Føroyum: 

- Steypafinaluvikuskiftið er ivaleyst hæddarpunktið í kappingarárinum, sum allir føroyskir hondbóltsleikarar ynskja at vera partur av. Karmarnir eru framúr, og vit gleða okkum at royna at spæla eina vaksnamannafinalu.

Finalan millum H71 og VÍF verður leikt leygardagin 13.30. Vit eru á staðnum við myndatólinum, og fáa viðmerkingar og hava samandrátt eftir seinasta bríksl.

Les meira um kvinnufinaluna í Faxe Kondi kappingina: 
VÍF fyri áttandu ferð - H71 fyri fyrstu ferð nakrantíð
Dánjal og Heri døma hjá kvinnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder