Hondbóltur

VÍF fyri áttandu ferð - H71 fyri fyrstu ferð nakrantíð

Liðini í kvinnufinaluni leygardagin hava heilt ymiskar royndir í steypakappingini søguliga. VÍF vann, tá liðini hittust í bólkaspælinum, men í landskappingini í ár hava hoyvíkskvinnur fullkomiliga havt yvirtakið.

H71 hevur verið omaná í innanhýsis dystunum í SMS-deildini í ár, har VÍF annars er oddalið. Durita C. Jojic og fleiri av hennara liðfelagar hava eisini nógvar finaluroyndir (Mynd: Sverri Egholm)

H71 hevur verið omaná í innanhýsis dystunum í SMS-deildini í ár, har VÍF annars er oddalið. Durita C. Jojic og fleiri av hennara liðfelagar hava eisini nógvar finaluroyndir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-12 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin klokkan 13.30 verður fyrsta finalan í Faxe Kondi kappingini í høllini á Hálsi. Eins og vanligt eru tað kvinnurnar, ið leggja fyri. 

Talan er um eina søguliga finalu, tí tað er fyrstu ferð, at hoyvíkskvinnur skulu spæla um steypið. H71 kom við í bestu deildina í 2017 eftir nógv ár í næstbestu deildini. Unga liðið hevur bygt uppá og ment seg nógv, og nú standa hoyvíkskvinnur á gáttini til sín størsta dystin nakrantíð. 

[object Object]
Spælskiparin Maria Halsdóttir Weyhe er ein lyklaleikari hjá H71 (Mynd: Sverri Egholm) 

VÍF er við fyri triðja árið og rað og fyri fjórðu ferð uppá fimm ár. Eftir ein dvala frá tindinum, hava tær og gulu og bláu aftur verið við í oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu árini. Í 2018 kom greipan í hús; steypasigurin tá var tann fyrsti í 16 ár. VÍF var í sínari fyrstu finalu í 1999. Í 10 útav teimum 12 steypafinalunum frammanundan hevði Neistin staðið eftir við gullinum. VÍF gjørdist fjórða felagið til at lyfta steypið hjá kvinnunum (Skála í 1991 og VB í 1993 høvdu eisini vunnið) 

[object Object]
Agnas Olsen og VÍF vunnu á Kyndli í 2018, men taptu í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í 2001 og 2002 vann VÍF aftur gull í steypakappingini. Í 2003 steðgaði sigursrøðin, tá VB vann eina sera tætta finalu, og gav vestmannakvinnum fyrsta ósigurin í einari steypafinaluni. Havnarfeløgini hav bæði bast VÍF í einari steypafinalu seinastu árini - í 2016 var tað sera tætt móti Neistanum, men í fjør vann Kyndil sera sannførandi á VÍF.

Fyri 17 døgum síðani vann VÍF 19-15, tá hoyvíkskvinnur vitjaðu í bólkaspælinum. Í SMS-deildini hevur H71 tó vunnið allar tríggjar dystirnar á vestmannakvinnum - tveir av teimum í Vestmanna. Fyri júst einum mánaði síðani vann H71 heili 32-23 í høllini í Vestmanna. Ilt er at peika á ein greiðan favoritt; H71 hevur innanhýsis verið sterkari, men VÍF hevur royndirnar í stórum dystum. 

Í hálvfinalunum spældu bæði liðini seg trygt víðari eftir fimm-máls sigur í fyrru hálvfinalunum. H71 vann við átta málum samanlagt - VÍF við sjey málum.

Heri Petersen og Dánjal Samuelsen døma finaluna, sum verður bríkslað í gongd leygardagin klokkan 13.30.

Tær sjey finalurnar higartil hjá VÍF:
2019 Kyndil – VÍF 31-24
2018 VÍF – Kyndil 23-19
2016 Neistin – VÍF 17-16
2003 VB - VÍF 19-18
2002 VÍF - Stjørnan 22-18
2001 VÍF - VB 31-18
1999 VÍF - StÍF 21-20

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder