Kappingin var spennandi og javn í toppinum, har bert tvey stig skiltu fyrsta og annað pláss.
Úrslitið hjá teimum fremstu varð:
1. pláss: Kvikk hjá Jónsteini Petersen – 87 stig
2. pláss: Taff hjá René Hansen – 85 stig
3. pláss: Moss hjá Tummasi Jacobsen – 69 stig
Sérliga vert er at leggja til merkis avrikið hjá unga hundinum Taff hjá Rene Hansen, sum ikki fyllir tvey ár fyrr enn um jólini. Hóast sín unga aldur megnaði hann at tryggja sær eitt framúr gott annaðpláss og hevur stórt potentiali sum kappingarhundur.
Kappingin á Viðareiði telur eisini við í samlaðu stigakappingini um úttøku til føroyska landsliðið. Teir sjey fremstu hundarnir vinna sær stig, og sostatt hevur kappingin stóran týdning fyri støðuna fram móti komandi landsliðsúttøku.
Við úrslitinum á Viðareiði er lagt upp til eina spennandi framhald av kappingarárinum, har fleiri hundar framvegis hava góðar møguleikar at vinna sær pláss á landsliðnum.
Næsta kapping verður í Husavík 7. november.
Seyðahundasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald