Annað

Bridge: Liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda

Fýra dystir í føroyameistarakappingini í bridge vórðu leiktir í Bridgehúsinum farna vikuskifti.

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

2026-10-26 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Liðið hjá Símuni Lassaberg liggur framvegis á odda, eftir teir fýra dystirnar, sum vórðu leiktir í FM-kappingini í bridge um vikuskiftið.

Undan dystunum í Bridgehúsinum í Havn hetta vikuskifti var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.

Nú liggur liðið hjá Símuni Lassaberg á odda við 131,09 stigum. Beint í hølinum á Símuni og handara liðfeløgum liggur liðið Byggitilfar við 129,17 stigum, meðan Rinkuhúsini liggja á triðja plássi við 110,99 stigum.

Tað eru í alt átta lið sum dystast um føroyameistaraheitið, og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir, og tað eru seks dystir eftir at spæla. Hesir dystir verða leiktir í februar og apríl 2027, skrivar Føroya Bridgesamband.

Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder