Fótbóltur

- Tað tekur tíð at byggja ein nýggjan spælistíl upp

Hetta sigur Ari Olsen, ið fegnast um at spæla kappingardystir aftur. Sunnudagin spælir hann sín fyrsta almenna heimadyst fyri Vìking - hann er ímóti barndómsfelagnum Skála.

Ari - her í dysti móti Víkingi fyri Skála. Nú verður tað umvent. Strandingurin sigur, at hann ivast ikki í, at sigrarnir skulu nokk fara at koma hjá teimum ljósabláu (Mynd: Sverri Egholm)

Ari - her í dysti móti Víkingi fyri Skála. Nú verður tað umvent. Strandingurin sigur, at hann ivast ikki í, at sigrarnir skulu nokk fara at koma hjá teimum ljósabláu (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-16 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dysturin á Argjum var ikki góður frá okkara síðu. Tað sást væl, at tað var fyrsti dystur á árinum. Vit venja næstan hvønn dag og spælið verður betri fyri hvørja venjing. Tað tekur tíð at byggja ein nýggjan spælistíl upp, so eg ivist ikki í, at sigrarnir skulu nokk fara at koma.

Les eisini: Jákup Johansen: Eitt Víkinga-lið sum fer at royna at varðveita og spæla bóltin meira enn undanfarin ár

Ari Olsen ger støðuna hjá Víkingi upp. 0-0 á Argjum í 1. umfari var ikki nøktandi hjá víkingunum, ið miðja at kappast í oddinum eftir tvey ár, har liðið er endað á 5. plássið. 21-ára gamli bakkurin, ið sambært FaroeSoccer hevur leikt 110 dystir í Betrideildini, kom saman við Jákupi Johansen og venjaranum Eyðuni Klakstein frá Skála í vetur. At Víkingur nú roynir at spæla øðrvísi enn undanfarin ár er eingin loyna, men tað gav ikki úrslit í fyrstu royndini. Ari fegnast tó um at verða komin í gongd: 

- Uppstarturin til kappingina hevur verið løgin vegna umstøðurnar. Nú er deiligt at sleppa at spæla um stig og fáa kapping í aftur - tað hevur man saknað í einum langum uppstarti við nógvar venjingardystum.

Fyrsti heimadystur hjá Ara Olsen í Sarpugerði í Betrideildini verður ímóti Skála. Strandingurin sær fram til tað: 

- Tað verður spennandi og serligt at spæla ímóti fyrrverandi liðinum sunnudagin. Eg eri serliga spentur at sleppa at spæla í Sarpugerði og at spæla frammanfyri áskoðarum aftur.

Ari Olsen og Vìkingur taka ímóti Skála klokkan 15 sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder