Komandi dagarnar hita vit upp til Betrideildina, við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Næsti dystur, ið vit hyggja uppá, er tann sum er seinast á skránni: AB - Víkingur. Vit hava tosað annan partin í venjaratoyminum hjá AB - mannin ið hevur eina rúgvu av royndum á hægsta støði. Her tosa vit við ein av nýggju leikarunum hjá Vìkingi, sum kom saman við venjaranum og sum nú skal vera partur av nýggja leikháttinum.
Í vetur tók 28-ára gamli Jákup Johansen avgerð um at skifta frá Skála
- Eg hevði tað ótrúliga gott á Skála, men av tí at kappingarárið í fjør bleiv soleiðis sum tað bleiv, bæði á og uttanfyri vøllin, helt eg, at hetta var ein góður møguleiki hjá mær at royna okkurt nýtt og nakrar nýggjar avbjóðingar. Eyðun fór til Víking, og tað gjørdi tað lætt hjá mær at velja Víking.
Tá vit spyrja Jákup, um tað sum Eyðun Klakstein roynir at gera viðvíkjandi leikhátti í Sarpugerði líkist tí, sum var á Skála, so ivast álopskendi leikarin ikki:
- Ja, tað líkjist. Spælararnir sum eru komnir inn á liðið, eru spælarar sum dáma væl at hava og spæla bóltin. So tað verður eitt Víkinga-lið, sum fer at royna at varðveita og spæla bóltin meira runt, enn hvat liðið hevur gjørt tey seinastu árini, har tað kanska hevur verið eitt sindur verjukent.
Jákup í dysti móti Víkingi í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Strandingurin er sjálvur sterkur á bóltinum; til at taka ímóti honum, varðveita hann, flyta hann og eisini til at sneiða leikarar av við tekniskari snildu og ferð. Nú vónar hann at verða partur av sínum fyrsta oddastríðið í nógv ár; hann spældi við ÍF í 2012:
- Tað er sera umráðandi, at Víkingur verður partur av oddastríðnum aftur. Man skal tó minnast til, at hetta er ein nýggjur spælistílur í Víkingi og tað tekur tíð at byggja nakað nýtt upp. Vit taka ein dyst at gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Fyrsti dystur hjá Víkingi verður á Argjum leygarkvøldið. Tað er harvið móti liðnum, sum nógv meta er tað veikasta í løtuni. Tó sær Jákup Johansen, at tað er ein avbjóðing fyri framman, og minnir á, at víkingarnir skulu verða til dystin fús:
- Um vit skulu framm í oddin aftur, skal dysturin vinnast, men AB plagar ikki at vera lætt at syfta á Argjum. Tað er at fyrireika okkum væl og tá Jóhan Hendrik (Ellefsen, dómari red.) bríkslar dystin í gongd, so eru allir 100 til reiðar.
Fysta bríksl á Argjum verður leygarkvøldið klokkan 19.00
Les eisini: -Størsta avbjóðingin var at byrja sum venjari uttan at sleppa at venja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald