Komandi dagarnar hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Næsti dystur, ið vit hyggja uppá, er tann sum er seinast á skránni: AB - Víkingur. Vit hava tosað við ein av nýggju leikarunum hjá Vìkingi, sum kom saman við venjaranum og sum nú skal vera partur av nýggja leikháttinum. Her tosa vit við annan partin í venjaratoyminum hjá AB - mannin ið hevur eina rúgvu av royndum á hægsta støði sum leikari.
Síðst í mars setti AB nýtt venjaratoymi. Tað var neyðugt, eftir at samstarvið við Sorin Anghel var endað miðskeiðis í mánaðinum, har Betrideidlin eftir ætlan skuldi byrja.
Les eisini: Símun Samuelsen skal nú royna seg sum venjari í Betrideildini
Loysnin var eitt venjaratoymi, við manninum sum hevði verið hjálparvenjari hjá Sorini, og 34.ára gamli vágbingurin sum í vetur hevur endað sína fótbóltsleið á hægsta stigi. Símun Samuelsen, við 269 dystum í Betrideildini og 44 landsdystum, skal saman við Tonny Brimsvík standa á odda fyri fótbóltsflaggskipinum á Argjum.
- Talan var um ein møguleika, eg ikki kundi siga nei til. Hetta er eitt felag, sum eg kenni til sum leikari, og mær dámar væl tað, sum AB stendur fyri. Her eru nógv góð fólk í felagnum, og ynskti eg at vera partur av tí, nú møguleikin uppstóð.
Símun hevði nógvar góðar løtur sum leikari - serliga í HB (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta sigur Símun Samuelsen, sum spældi á Argjum í 2016, við Portalin. Nú eru yvir fimm vikur síðani, at nýggja venjaraparið tók við. Tað hevur verið ein serstøk støða, men Símun heldur, at leikararnir hava tilpassað seg heilt væl:
- Eg vil siga, at størsta avbjóðingin var at byrja sum venjari uttan at sleppa at venja. So vandu vit í smáum bólkum, sum var neyðugt men ikki optimalt. Nú hava vit so vant saman í 14 dagar, og er tilveran sum venjari harvið av álvara byrjað. Tó eru nógv fyrivarni, sum skulu takast alla tíðina orsaka av støðuni, men vil eg siga, at leikararnir eru sera broytingarsinnaðir, og fara eftir teimum tilmælum sum vit skulu ganga eftir.
Leygarkvøldið klokkan 19, í seinasta dystinum í 1. umfari, vitjar Víkingur Inni í Vika. Tað er venjaradebutin hjá nógv vinnandi leikaranum:
- Vit eru væl brynjaðir til kappingarbyrjan og gleða okkum at taka ímóti Víkingi á Argjum komandi Leygardag. Vit hugsa ikki so nógv um, at tað er byrjanin, men taka sum ein og hvønn dyst sum vit ynskja okkum at vinna.
Les eisini:
Eitt Víkinga lið sum fer at royna at varðveita og spæla bóltin meira enn undanfarin ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald