Fótbóltur

AB og Sorin hava endað samstarvið

Argja Bóltfelag boðar í morgun frá, at besta mansliðið skal hava nýggja venjaraloysn til hetta kappingarárið. Partarvir vórðu samdir um at steðga við samstarvinum, ið hevur vart í stutt yvir tvey ár.

- Eg eri stoltur av úrslitinum á Argjum, sigur Sorin Anghel við heimasíðu felagsins (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Eg eri stoltur av úrslitinum á Argjum, sigur Sorin Anghel við heimasíðu felagsins (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-14 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Partarnir gjørdust í gjárkvøldið samdir um, at samstarvið ið byrjaði á vetri 2017, nú er komið at enda. Hildið verður, at hetta var rætta loysnin fyri báðar partar.

Rumenin, ið kom til Føroyar í 2000 at spæla við EB/Streymi, hevur hildið argjamonnum í bestu deildini í tvey ár. Áður hevur hann spælt fyri felagið - frá 2013 til 2015

- Eg havi verið sera glaður fyri hesi seinastu árini á Argjum. Eg havi lagt sera nógva orku í arbeiði sum venjari og havi givið alt, eg kann og eri stoltur av úrslitunum”.

Hetta sigur Sorin við heimasíðuna hjá AB. Marius Thomassen, ið er nýggjur formaður, takkar vegna nevdina fyri útførda arbeiði: 

Sorin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum á Argjum, og hetta takka vit honum fyri. Hann hevur ment okkara ungu leikarar til profilar í Betrideildini og hevur fingið góð úrslit”

Formaður vísur á, at AB er á veg frameftir, og at ein spennandi venjaraloysn er á veg: 

- AB er eitt felag í vøkstri, har tey ungu vísa vegin. Argir hevur eitt stórt uppland og hevur altíð verið eitt felag fyri okkara ungu leikarar. Tað eru fjúrtan leikarar í hópinum, sum eru uppvaksnir á Argjum. Vit ræðast ikki avbjóðingar, og í næstum fara vit at kunngera eina spennandi venjaraloysn

Felagið kann ikki siga júst nær, ein nýggjur venjari verður kunngjørdur og hevur ikki fleiri viðmerkingar til støðuna í løtuni. Betrideildini liggur still hesar komandi tvær vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder