Fótbóltur

- Tiltakið fer at vísa á breiddina og tann sosiala partin av fótbólti

FSF skipar fyri fjølmentarligum fótbóltstiltakið á ovara vølli í morgin.

Fokus var sett á

Fokus var sett á "Equal Game" undan dystinum ímóti Aserbadjan hóskvøldið. Seinnapartin í morgin verður skipað fyri tiltakið í hesum sambandi (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-13 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin er aftur landsdystur á Tórsvølli, tá Føroyar taka ímóti Kosovo í Nations League. Eitt annað fótbóltstiltak verður í Gundadali, ið FSF skipar fyri. Talan er um eitt “Intercultural football event for kids”. Andrass Thomsen úr FSF sigur, at tiltakið er ætlað børnunum við tilflytarabakgrund í aldrinum 5-12 ár.

UEFA hevur hesa vikuna fokus á “Equalgame”, ið verður nýtt sum eitt hashtag. Hetta snýr seg um, at fótbólturin skal vera fyri øll. Í tí sambandi hevur evropeiska fótbóltssamgongan heitt á sambondini um at skipa fyri tiltøkum sum snúgva seg um integratión og inkludering.

Andrass Thomsen greiðir frá, at FSF hevur tí valt at skipað fyri einum tiltakið sunnudagin. Fótbóltssambandið hevur ímillum annað verið í sambandi við integratiónssamskiparin hjá Tórshavnar Komunnu, Siri Helgadóttir Tórgarð.

Sambært Andrassi er tiltakið millum annað ætlað til børn at tilflytarum, ið ikki eru aktiv í feløgunum. Meiningin er, at geva teimum ein fótbóltsdag og kunning til hvussu man gerst limur í einum felagið, og hvat tað merkir at vera partur av einum fótbóltsumhvørvi. Samskiparin hjá FSF vísur á, at hetta kann vera torført frá fólkum, ið koma frá øðrum mentanum, tí har er fótbóltur kanska ikki beinleiðis nakað savnandi, men nakað ið er “elitu”. Hetta tiltakið fer at vísa á breiddarfótbólt og og tann sosiala partin. Hetta kann gera, at fleiri fólk eru við um fótbóltin og harvið gerast betri integreraði, sigur Andrass Thomsen at enda.

Tað er Christina Ravnsfjall, ið fer at skipa fyri venjingunum. Hon hevur staðið á odda fyri “Grassroots-fótbóltinum hjá FSF í ár, og hetta hevur eydnast sera væl.

Tiltakið í morgin er frá klokkan 15.00-16.00 á Ovara Vølli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder