Fótbóltur

- Tók tilvitað upp undir røranar

Hetta stendur í úrskurðinum hjá Aga- og Etiskunevndini, sum kann lesast her. Mett verður at brotið hjá Árna Frederiksberg var greitt og til tríggjar dystir.

Nýtsla av videoupptøkunum fyri at geva leikbann er nýggj í føroyskum fótbólti - Aganevndin metti ikki, at tað var nakar ivi um, hvat gjørt varð í støðuni, og at tað var tilvitað (Skíggjamynd: Televarpið)

Nýtsla av videoupptøkunum fyri at geva leikbann er nýggj í føroyskum fótbólti - Aganevndin metti ikki, at tað var nakar ivi um, hvat gjørt varð í støðuni, og at tað var tilvitað (Skíggjamynd: Televarpið)

2025-04-11 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er kæruúrskurðurin, sum mong hava bíðað eftir, endaliga komin. Aga-& Etiskanevnd Fótbóltssambandsins undirskrivaði í gjár endaligu niðurstøðuna eftir kæruna hjá EB/Streymi frá 31. mars.

Sí eisini: Árni Frederiksberg fær leikbann í tríggjar dystir

EB/Streymir metti hendingina í Klaksvík, har Meinhard Geyti fekk reytt kort, og Árni Frederiksberg einki fekk, vera "bæði óetiska og skaðiliga fyri leikaramentanina og “fairness” í kappingini". Hetta stendur tíðliga í úrskurðinum. 

[object Object]
Heini Ziskason Viðoy gevur Meinhard Geyta reytt kort (Skíggjamynd: Televarpið)

Undir "Fakta í málinum" stendur millum annað so: 

- Dómarin staðfestir, at Árni møguliga hevur gjørt ella sagt okkurt við
Meinhard fyri at erta hann, men dómarin sær ikki hetta.

- Aga- og etiskanevndin hevur fingið útvegað og hugt eftir sjónvarpsupptøkum frá Televarpinum, ið vísa ítøkiligu hendingina.

- Sjónvarpsupptøkurnar vísa greitt, at Árni, meðan bólturin ikki er í spæli, tilvitað tekur upp undir rørarnar hjá Meinhard Geyti beint aftaná, at dómarin hevur bríkslað fyri frísparki í sambandi við, at nakrir spælarar hjá KÍ og EB/Streymi hava stríðst um bóltin úti við eina hornaflaggið móti dystarenda.

Útfrá hesu greiðu niðurstøðini gav nevndin leikbann. Staðfest verður, at vegleiðingin um leikbann hevur ikki nakra áseting, ið fevnir ítøkiliga um tøku upp undir rørarnar hjá mótstøðuleikara.

Hildið varð, at tilburðurin í størsta mun kundi sammetast við, at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spæli. Hetta kemur undir tað sum gevur leikbann í tríggjar dystir.

Vegleiðingin um leikbann hjá FSF sæst annars HER

Til ber at lesa allan úrskurðin í málinum HER.
Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, fekk fýra dystir venjarabann fyri at á ófantaligan hátt vísa sína óngød við hendingina.

Sambært grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini, um longd av leikbanni, kann henda avgerð ikki kærast til Yvirkærunevndina. Harvið skal Árni Frederiksberg sita uttanfyri til tríggjar lykladsytir hjá KÍ.

12. apríl (í morgin): Víkingur
17. apríl, skírisdag: HB
21. apríl, 2. páskadag: B36 *

Allir hesir dystirnir verða spældir í Klaksvík

* Dysturin 2. páskadag er steypadystur, men tað er ein møguleiki fyri, at KÍ tapir dystin móti HB í 1. umfari á skrivaraborðinum. HB hevur, sambært bolt.fo, kært KÍ fyri at hava nýtt Ahmed Latif sum ólóglogan spælara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder