Fótbóltur

Jørgen Nielsen vendir aftur til NSÍ

Skjótt 23-ára gamli áleyparin hevur seinastu trý árini spælt við Víkingi. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið og er fyrsta kunngjørda tilgongdin hjá føroyameistarunum til 2027.

Jørgen Nielsen skorar her fyri NSÍ móti Víkingi í 2022. Stutt seinni skifti áleyparin til B68 og millum 2024 og 2026, var hann í Víkingi, har glyvramaðurin hevur verið við at vunnið bæði FM- og steypagull (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Nielsen skorar her fyri NSÍ móti Víkingi í 2022. Stutt seinni skifti áleyparin til B68 og millum 2024 og 2026, var hann í Víkingi, har glyvramaðurin hevur verið við at vunnið bæði FM- og steypagull (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-28 21:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er við stórari gleði, at NSÍ kann kunngera, at Jørgen Nielsen hevur skrivað undir ein 2 ára sáttmála við felagið.

Soleiðis skrivar føroyameistararnir á facebook-síðu sínari í kvøld

22 ára gamli áleyparin, sum mánadagin hevur 23-ára føðingardag, er av Glyvrum. Fótbóltsuppalingina fekk hann í NSÍ, har Jørgen Nielsen, fyriuttan eitt stutt skifti í svenskum fótbólti í 2021, spældi til og við 2022.

Eftir niðurflytingina hjá NSÍ í 2022, skifti hann til B68, og seinastu trý árini hevur Jørgen Nielsen havt heimavøll í Sarpugerði. Har hevur áleyparin, sum eisini hevur spælt nógv á vinstra vongi, verið við at vunnið FM og steypakappingina.

[object Object]
Jørgen Nielsen í Conference League-dysti í Belfast móti Linfield (Mynd: Sverri Egholm)

Nú hevur Jørgen Nielsen valt at venda aftur til NSÍ, har nógvir dygdarspælarar eru tøkir til fremstu plássini.

- Eg eri sera glaður fyri at hava fingið møguleikan at koma aftur til NSÍ, har eg eri uppvaksin og havi havt so nógvar góðar løtur. Eg eri sera spentur upp á komandi kappingarárini og gleði meg til at verða partur av felagnum aftur og geva mítt íkast til, at vit saman kunnu røkka okkara málum. Tað verður nakað heilt serligt at sleppa í gulu blusina aftur og spæla við Løkin framman fyri tykkum fantastisku Guligans og NSÍ fjepparum, sigur Jørgen Nielsen við síðuna hjá NSÍ.

Glyvramaðurin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 150 dystir í bestu mansdeildini og steypakappingini, har hann tilsamans hevur skotið 41 mál. Jørgen hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum og fekk fyrstu A-landsliðsminuttirnir í Nations League-dysti móti Slovakia á Tórsvølli í oktober.

[object Object]
Jørgen Nielsen til A-landsiðsvenjing í september. Hetta saman við Jann Benjaminsen, sum enn ikki er staðfestur sum NSÍ-spælari til næsta ár eisini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder