Tað gjørdist eitt 21-17 tap fyri Íslandi í dag hjá U17 kvinnunum, sum um vikuskiftið spæla undankapping við Tjarnir.
Tapið og samstundis sum at Turkaland vann 28-23 móti Ísrael fyrr í dag merkir, at dysturin hjá Føroyum ímóti Turkalandi sunnudagin verður avgerandi um 2. plássi í bólkinum,sum eisini gevur atgongd til EM-endaspælið í summar.
Dysturin var vístur á Portal Play, og tað verða dystirnir í morgin eisini. Til ber sjálvsagt eisini at hyggja eftir dystinum við Tjarnir.
Ísland - Føroyar 21-17 (12-10)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald