2026-11-28 14:43
Teir fýra svimjararnir, sum skulu umboða Føroyar til HM i Kina eru komnir til Kina í øllum góðum.
Talan er um Ísak Brisenfeldt, Leu Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Jóhonnu Ólavsdóttir. Tey hava verið í kappingarhylinum og vant og lata væl at, skrivar Svimjisamband Føroya.
Við sum venjari er Rúni Gaardbo, og Barbara Debes er við sum liðleiðari
Innleiðandi kappingarnar byrja mikudagin 2. desember, klokkan 10.
Ísak Brisenfeldt svimja 100 frí og Lea Osberg Højsted skal svimja 100 bringu, meðan øll fýra skulu svimja 4x50 blandað mix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald