Hondbóltur

Skulu stríðast við danir í Stjørdalshallen klokkan 13

Seinasta royndin hjá føroysku kvinnunum áðrenn EM-endaspælið. Dysturin millum Føroyar og Danmark sæst á TV2 og TV2 Play.

Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum javnan ger bart í bestu donsku deildini, verður við í dag - her í EM-dystinum móti júst Danmark í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum javnan ger bart í bestu donsku deildini, verður við í dag - her í EM-dystinum móti júst Danmark í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-28 07:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Móti Noreg hósdagin varð tað sum væntað stórur munur: Vertirnir í Golden League/Ice Cup vunnu 41-23.

Sí eisini: Føroyar høvdu ongan kjans móti heimsins besta liði

Móti Danmark kann ein ávísur munur eisini væntast. Men mest sannlíkt ein øðrvísi dystur.

Danska kvinnulandsliðið er krútsterkt á nógvum økjum, men eisini leitandi, og tapti stórt fyri Noreg í Golden League-dysti í oktober.

Tá Føroyar og Danmark hittust í EM-endaspælinum í Basel í 2024 endaði tað 33-24 til Danmark.

Í dag hava Føroyar eisini Mariu Pálsdóttir Nólsoy við. Profilurin úr København Håndbold var ikki tøk móti Noreg, men hennara dygdir eiga at koma Føroyum til góðar móti Danmark.

Miðja man vera eftir at raka tað rætta avrikið, nú bert ein vika er til Føroyar spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum (Ukraina, 5. desember klokkan 19.30). Og so vilja føroyingar sjálvandi hava ein væl tættari dyst enn hósdagin.

Byrjað verður klokkan 13 í dag føroyska tíð. Danska TV2 Play og sjálv TV2-rásin vísa dystin 

Sí eisini: Ynski er sjálvandi at spæla venjingardystir undan endaspølum í Føroyum - kunnu tó fáa ymiskt burtur úr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder