Fótbóltur

14 venjarar hava fingið UEFA A-prógv

Útbúgvingin byrjaði í august í 2025, og er hetta hægsta venjaraútbúgving, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri.

2026-11-27 15:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 16. novembur, undan Nations League dystinum millum Føroyar og Moldova, varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Brandan í Havn, har 14 venjarar fingu handað prógv fyri lokna UEFA A-venjaraútbúgving.

Útbúgvingin byrjaði í august í 2025, og endaði í oktobur í ár við próvtøkum.

UEFA A-venjaraútbúgvingin er hægsta venjaraútbúgving, sum Fótbóltssamband Føroya, í tøttum samstarvi við UEFA, skipar fyri.

Tað var formaðurin í Útbúgvingar- og úrvalsnevndini hjá FSF, Heri á Rógvi, ið stóð fyri handanini.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder