11.oktober og 14.oktober taka Føroyar ímóti ávíkavist Aserbaidjan og Kosovo í UEFA Nations League. Í dag kunngjørdi Lars Olsen, hvørjir 23 leikarar eru úttiknir til komandi uppgávurnar.
Landsliðsvenjarin byrjaði tíðindafundin i morgun við at taka stutt samanum fyrstu dystirnar í kappingini, sum vóru í september. Føroyar vunnu fyrst 3-1 á Tòrsvølli á Malta, men tríggjar dagar seinni taptu føroyingar 2-0 í Pristina í Kosovo.
Lars Olsen vísti á, at dysturin ímóti Malta var nakað blandaður, men hann fegnaðist um, at Føroyar fingu sigurin í hús. Viðvíkjandi útidystinum var talan um ein søguligan og serstakan dyst fyri Kosovo, og hetta merktu Lars og leikararnir. Føroyar komu undir trýst ímóti einum sterkum liðið, og Lars viðurkendi, at hetta var ikki ímillum bestu avrikunum hjá føroyska liðinum.
EM vinnarin frá 1992 var bjartskygdur, tá hann sá fram til komandi dystirnar, men ásannaði at hetta er avgjørt talan um torførar uppgávur.
Lars Olsen nýtti meira tíð uppá at tosa um fyrra dystin. Aserbaidjan er einasta lið í bólkinum, ið Føroyar ikki hava spælt ímóti. Hjá teimum er úrtøkan higartil 2 stig eftir tveir javnleikir. Lars og toymið hava hugt eftir dystunum hjá komandi mótsstøðuliðinum á video, og hava eisini havt fólk ´staðnum til dystirnar. 57-ára gamli danin staðfesti, at talan er um eitt tekniskt sterkt lið, ið gjarna vil verða á bóltinum og stýra dystinum.
Lars Olsen er vísur í, at føroyingar noyðast at fáa góða úrtøku á heimavølli og at teir noyðast at finna sítt støði til komandi dystirnar, ið fara at vera avgerandi í bólkinum.
Føroyski hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald