Hondbóltur

- Vænti at svenska deildin er betri - men vóni at Aarhus er áleið sama stig

Rói Ellefsen á Skipagøtu greiðir frá, hví hann í summar skiftir úr svenska Hallby til eitt av ovaru liðnum í næstbestu donsku deildini. Persónlig ting ávirka millum annað, men staðið er á annan hátt hóskandi, sigur 22-ára gamli hoyvíkingurin.

Rói Ellefsen á Skipagøtu í EM-fyrireikingardystinum við Tjarnir, har hann stóð seg væl. - Liðið og deildin kann hóska væl til mín, sigur spælskiparin um sítt komandi skiftið til danskan hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)

Rói Ellefsen á Skipagøtu í EM-fyrireikingardystinum við Tjarnir, har hann stóð seg væl. - Liðið og deildin kann hóska væl til mín, sigur spælskiparin um sítt komandi skiftið til danskan hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-11 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Nú havi eg verið í Hallby í skjótt trý ár, og eg trívist ordiliga væl her. Men sáttmálin gongu út í summar, og tað er mest fyri at koma nærri damuni hjá mær og eitt sindur tættari at familjuni eisini - tað merkir nógv fyri meg nú. Og so haldi eg eisini, at Aarhus sum lið og 1. Division sum deild hóskar væl til mín.

Soleiðis greiðir Rói Ellefsen á Skipagøtu frá, tá landsliðsbakspælarin greiðir frá avgerðini at skifta felag í summar. 

Hoyr alt prátið her

Portalurin kundi longu sunnukvøldið boðað frá, at spælskiparin fór at skifta úr Svøríki til Danmarkar, og skiftið varð endaliga kunngjørt mánadagin: Rói á Skipagøtu hevur gjørt tvey-ára sáttmála við Aarhus.

Sí eisini: Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørt avtalu við Aarhus Håndold

22-ára gamli hoyvíkingurin dylur ikki fyri, at persónlig viðurskifti hava nakað við avgerðina at gera. Unnustan, landsliðsspælarin Rannvá Olsen, er lesandi og spælidr hondbólt í Aarhus-økinum, og stóri danski býurin er nærri Føroyum - og Norðurtýsklandi.

[object Object]
Rannvá Olsen hevur síðani í summar búð og spælt hondbólt í Danmark - vestmannakvinnan sæst her til HM-endaspælið í Týsklandi í vetur. Málið hjá Róa á Skipagøtu og mandslandsliðnum er nú at spæla HM-endaspæl í Týsklandi í 2027 (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til stigið, so metir Rói Ellefsen á Skipagøtu hansara núverandi deild - tann besta í Svøríki - at sum heild vera ein sterkari tann tann næstbesta í Danmark. 

Men Hallby er millum lægri liðini í Handbollsligaen, og Aarhus er í løtuni í uppflytingarstríði.

- Nummar tólv í Svøríki og umleið nummar trý í næstbestu donsku burdi, vónandi, verið umleið sama stig, og eg haldi, at Aarhus Håndbold hóskar væl til mín.

Í prátinum hjá Portalinum og FM1 við Róa í gjár staðfesti hoyvíkingurin, at nú hugsvnar hann seg bert um at enda vl í Hallby - og at halda liðnum uppi.

Málið hjá manslandsliðnum nú er greitt: HM-endaspælið.

- Tað kundi verið eitt stuttligt at møtt Kosovo í mai, tí venjarin hjá mær her í Hallby er venjari har eisini. Vit hava júst upplivað EM og alt rundanum og vilja bara aftur til eitt endaspæl, staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu.

Hoyr alla samrøðuna her

Les eisini: Føroya fáa góðar HM-fyritreytir

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu í EM-fyrireikingardystinum við Tjarnir, har hann stóð seg væl (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder