Hondbóltur

Føroyar fáa góðar HM-fyritreytir

Um tað eydnast at liva upp til favorittleikutin móti Bosnia/Kosovo í mai, verða føroyingar styrkismettir í næstovasta bólkinum til sjálvt endaspælslutakastið.

Úrslitini seinastu árini gera, at Føroyar, um man vinnur seg víðari í mai, annað endaspælið á rað fara at standa í næstovasta styrkisbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitini seinastu árini gera, at Føroyar, um man vinnur seg víðari í mai, annað endaspælið á rað fara at standa í næstovasta styrkisbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-09 21:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í januar fekk føroyska manslandsliðið frálíkt lutakast til røkkstøkk-dystirnar um HM pláss í mai: Vinna Føroyar samanlagt í tveimum dystum (einum á heimavølli og einum á útivølli) móti Bosnia-Hersegovina ella Kosovo, skulu hondbóltsmenninir í januar 2027 til sítt fyrsta HM-endaspæl.

Sí eisini: Hjalti Mohr Jacobsen: - Tað næstbesta sum kundi henda

Nú er greitt, at vinnarin í røkkstøkk-umfarinum fær góða styrkismeting til HM-lutakastið. Her tosa vit um lutakastið til sjálvt endaspælið.

Hetta verður 10. juni í München, og styrkisbólkarnir til tað (pottarnir) eru í kvøld komnir út. Talan er um fýra styrkisbólkar við átta liðum í hvørjum.

[object Object]
Mynd: IHF

Hetta merkir, at Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at fáa gott lutakast, um liðið kemur víðari í mai. Tá verður spælt móti vinnaranum av Bosnia-Kosovo, sum spæla undandystir í mars sínaámillum.

Vinnarin í mai fær styrkismetingina hjá Føroyum, líkamikið um Føroyar vinna ella ikki. Góðu úrsltiini í EM-undankappingini seinastu árini hevur talt upp - føroyingar eru millum annað frammanfyri Niðurlond.

Fýra lið eru í hvørjum HM-bólki, og trý lið úr hvørjum koma til miðumfarið,

HM røkkstøkk-umfar (play-off)
13/14 mai: 
Bosnia & Hersegovina/Kosovo - Føroyar
16/17 mai: Føroyar - Bosnia & Hersegovina

Les meira: 
Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo um søguligt HM-pláss

10. juni: Lutakst í Munchen til HM-endaspælið

Styrkisbólkur 1:
Danmark, Týskland, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland, Argentina

Styrkisbólkur 2: 
Kekkia/Frakland
Finnland/Montenegro/Slovenia
Noreg/Turkaland/Rumenia
Serbia/Litava/Ungarn
Spania/Georgia/Ísrael
Sveis/Italia
Bosnia/Kosovo/Føroyar *
Ukraina/Slovakia/Norðurmakedónia

Orsøkin til mongu skrástrikurnar her er, at hetta er alt tengt av vinnarunum av uppgerðunum í evropeisku undankappingini í vár.

* Føroyar kunnu ikki trekkja onkkur lið í hesum styrkisbólkinum til sjálvt endaspælið

Styrkisbólkur 3: 
Niðurlond, Grikkaland/Belgia,Eysturríki/Pólland/Lettland, Brasil, Barain, Tunesia, Grønhøvaoyggjarnar (Kap Verde), Kili, Lið úr Oceania (mest sannlíkt Avstralia)

Styrkisbólkur 4:
Katar, Kuwait, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard-lið, Wildcard-lið

Sí meira um lutakastið á heimasíðuni hjá IHF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder