Fótbóltur

Váttað: Sølvi Vathamar og Klæmint A. Olsen byrja inni

Royndu leikararnir úr Víkingi og NSÍ avloysa skadda Jóan Símun og leikbannaða René. Liðið hjá Føroyum í Aserbadjan er sett.

Klæmint Andrasson Olsen verður í álopinum hjá Føroyum í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen verður í álopinum hjá Føroyum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-17 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld dystast føroyingar við Aserbadjan í UEFA Nations Legue. Eftir venjingar í tvær vikur í Føroyum og fýra venjingar her í Baku, eru føroyingarnir til reiðar.

[object Object]
(Jóannes Jakobsen tosar her við Klæmint A. Olsen, ið byrjar í kvøld. Sølvi, ið fær fær sær ein vatnsopa, er aftur í byrjanaruppstillingini - Mynd: Sverri Egholm) 

Tað gjørdist stkjótt greitt, at Lars Olsen og Jóannes Jakobsen vildu halda fast í leikskipaini, ið eydnaðist so væl móti Kosovo á Tórsvølli seinast. Og tað bendi á, at Sølvi Vatnhamar fór at koma innaftur, og at metmálskjúttin í fremstu føroyski deildini fór at fáa møguleikan í álopinum. Nú er alt hetta váttað:

Føroyska liðið móti Aserbadjan (5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint A. Olsen

Talan er um somu leikskipan sum seinast: 5-4-1 í verjustøðu og 3-4-3 í álopsstøðu. Jóan Símun Edmundsson og Finnur Justinussen eru skaddur og ikki við í hópunum, og tað verður Klæmint Andrasson Olsen sum verður fremsti maður í kvøld. 28-ára gamli rituvíkingurin gjørdi eitt gott innhopp móti Kosovo seinast.

[object Object]
(Sølvi verður aftur at síggja í landsliðsbúnanum (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar kom skjótt fyri seg eftir hann brákaði nøkur riv í dysti móti 36 í september. 32-ára gamli miðvallarin hevur verið ein lyklaleikari á landsliðnum seinastu árini, og  hann byrjar við útgangspunkit í høgru síðu í kvøld. Hann avloysir René Shaki Joensen, ið skoraði eitt gott mál seinast og hevur spælt væl í heyst. Orkuríki miðvallarin er leikbannaður í dag.

Á bonkinum hjá Føroyum eru spennandi nøvn, ið kunnu koma inn: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Gunnar Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Jákup Ludvig Thomsen og Meinhard Egilsson Olsen

Fyrsta bríksl í Baku verður klokkan 17.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder