Premier League-fótbóltur er nakað, ið fyllur nógv hjá mongum føroyingum. At seta seg væl til rættis í sofuni ella lenistólinum í vikuskiftinum er ein føst rutina í vikuskiftinum hjá nógvum her á landi - serliga hjá monnum.
Seinastu árini hevur møguleiki verið at sæð allar dystirnar í Premier League og Champions League við stóra pakkanum og teir flestu av hesum við familjupakkanum. Nú er støðan broytt, tí Premier League-rættindini í Danmark eru broytt.
Seinastu mongu árini hevur Discovery havt allan ella part av rættindunum at vísa Premier League í Danmark. Síðani 2013 hevur Viasat eisini sent, og seinastu árini hevur fyritøkan havt øll rættindini, men selt partar víðari til Discovery ið hevur havt fleiri dystir um vikuna á 6'aranum, ið Televarpið hevur í stórapakkanum. Nú er tað tó ikki á 6'arinum hjá Discovery, men hjá Yousee, at partar av dystunum kunnu síggjast. Viasat hevur nú selt ein part av rættindunum til bestu ensku deildina til Usse. 3+ og TV3 MAX, ið vísa Premier League, hoyra til familjupakkan, og hesar rásirnar hava framvegis fleiri dystir. Trupulleikin er, at Yousee hevur rættindini til millum annað sunnudagsdystirnar í Premier League.
Eisini dystir mitt í viku í mest fylgdu kappingini í heiminum verða á rásini Xee; nýggju donsku sjónvarps- og stroymingkanaluni. Hetta er ein trupulleiki fyri nógv fótbóltsáhugaði í Føroyum, og fleiri hava gjørt vart við sína ónøgd, tí ein noyðist upp í Stórapakka +, ið kostar 715 krónir um mánaðin, fyri at hava atgongd til allar dystirnar í Premier League. Summi hava viðmerkt á sosialum miðlum, at tey nú fara at fáa sær Viaplay og droppa Televarpið; Viaplay Total er tað í Stórapakka +, ið gevur atgongd til dystirnar á Xee.
Vit hava tosað við stjóran í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen. Hann sigur, at tað er ætlanin at fáa Xee sum nýggja rás, men tað er ikki so einfalt:
- Viasat og Xee hava eina avtalu í Danmark: Dystirnir, ið eru á Xee eru á Viaplay, og í eina viku hevur Xee verið at sæð á Viasat. Um vit skulu fáa Xee, krevur tað at Viasat og Usee geva grønt ljós. Føroyar og Grønland eru bert 1 % av marknaðinum - tað er, kann man siga "piparnøtir" - og Televarpið er eitt sindur uppá millumhond, og tað er ikki heilt í okkara hondum. Vit arbeiða tó við málinum.
Edvard í Skorini Joensen sigur, at leingi hevur fótbóltur verið tøkur hjá teimum fyri ein rímiligan prís, men prísirnar fara upp og viðurskiftini broytast:
- Í Familju-pakkanum hevur tað mesta verið tøkt, tá tað kemur til Premier League og Champions League. Fyrr fekk man fótbólt saman við films- og undirhaldsrásum fyri 219 krónir eyka. Tendensurin er nú, at prísirnir fara longur og longur upp, hvat fótbólti viðvíkur, og landslagið innan fótbóltsrættindi broytist. Vit gera alt vit kunna, og ein fær framvegis nógvar Premier League-dystir, umframt Champions League í Familju-pakkanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald