Fótbóltur

Røringar í botninum: EB/Streymur er so at siga sloppið - B68 skal fremja bragd seinastu fýra umførini

Málið hjá Laurits Nørby í 95. minutti á Svangaskarði hevur stóran týdning fyri botnstríðið. Tað kann flotta stigið hjá 07 Vestur í Sarpugerði, har liðið annars var aftanfyri 3-0 eftir hálvan tíma, eisini verða. AB er ikki sloppið.

2026-09-19 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Meistaradeildini eru spældir í dag, og harvið er 23. umfar av. Fýra umfør bíða eftir landsliðssteðgin, sum er heili tríggjar vikur. Undan endaspurtinum er støðan hendan: 

[object Object]

Dagurin í dag snúði seg mest um botnstríðið. Um dysturin á Svangaskarði hevði endað eftir 94 minuttir, hevði sum so eingin broyting verið, uttan tað at øll nærkaðist AB: Eftir greiða tapið fyri HB í Gundadali, har heimaliðið vísti dysturin var avgjørdur eftir 50 minuttir, kunnu argjamenn framvegis ikki kenna seg veruliga tryggar - lykladystir bíða enn.

Hinvegin kann EB/Streymur nú lýsast sum leyst: Liðið hjá Sigfríði vann á aftasta liðnum og er sjey stig omanfyri strikuna - umframt tólv mál betri enn 07 Vestur, sum er nummar níggju.

[object Object]
Teir hjá EB/Streymi stórfegnast eftir 3-2 málið á Svangaskarði. Teir vóru á odda 2-0, B68 svaraði eftir eftir steðgin, men danski miðverjin hjá EB/Streymi fekk seinasta orðið á Svangaskarði

[object Object]Nú kann mann mest sannlíkt skýra bjargingina í Sundalagnum (Myndir: Sverri Egholm)

Fleiri myndir: EB/Streymur fór avstað við øllum stigunum

EB/Streymur spældi væl fyri steðgin og legði seg á odda 2-0. Men í 2. hálvleiki sló Loick Jean Henri Lespinasse til tvær ferðir, soleiðis at vónin hjá B68 var á lívi. Men í mun til á Argjum, har B68 javnaði í yvirtíðini, koppaði tað hinvegin nú: Tað var við flottum langskoti, at Laurits Nørby so at siga tryggjaði EB/Streymi sæti í Meistaradeildini til 2027.

Hinvegin noyðist man á Toftum at sanna, at tað verður ógvuliga tungt. Einki stig í innanhýsis botn-fimm uppgerð, og nú er bert ein slík eftir. Eftir landsliðssteðgin skal B68 mest sannlíkt vinna tríggjar av teimum fýra dystunum - í minsta lagi skulu sjey stig í hús, sum nú er.  

[object Object]Loick Lespinasse skoraði tvær ferðir, og harvið bar til hjá B68...

[object Object]Men EB/Streymur avgjørdi, og eftir seinasta bríksl fekk franski áleyparin reytt kort fyri kjaftaslit - tað líkist niðurflyting á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sá ógvuliga svart út hjá 07 Vestur  í Sarpugerði eftir hálvan tíma. Tá var 3-0 til steypavinnararnir.

Men vágamenn stríddust ógvuliga væl: Í steðginum var 3-2, og stutt inn í 2. hálvleik javnaði Eiler Fróðason. 3-3, sum eisini varð endaliga úrslitið og 07 Vestur er harvið ikki longur burtur frá strikuni enn áðrenn umfari; fýra stig eru til bjargingina, nú fýra umfør resta í.

23. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 19. september

Víkingur - 07 Vestur 3-3 (3-2)
27' Arnbjørn Svensson 1-0
29' Jørgen Nielsen 2-0
31' Rani Hansen 3-0
43' Elvar Gudmundsson 3-1
45(+2)' Jónas Prior 3-2
49' Eiler Fróðason 3-3

Meira um dystin her

Samrøður: 
Arnbjørn Svensson: - Hetta var eitt kollektivt kollaps hjá Víkingi
Tór-Ingar Akselsen: - 07 Vestur fer at klára hetta

B68 - EB/Streymur 2-3 (0-2)
27' Gutti Dahl-Olsen 0-1
45 (+2)' Marius Nielsen 0-2
52' Loick Jean Henri Lespinasse, br. 1-2
69' Loick Jean Henri Lespinasse 2-2
90 (+5)' Laurits Nørby 2-3

Meira um dystin her

Hoyr sigursmálið og samrøðu við sigursmálskjúttin hjá EB/Streymi

Myndir: EB/Streymur fór avstað við øllum stigunum

HB - AB 4-1 (2-0)
12' Heini Fossdalsá Sørensen, br. 1-0
29' Jákup Thomsen 2-0
46' Ári Mohr Jónsson 3-0
50' Mathias Voss 4-0
87' Sjálvmál 4-1

Meira um dystin her

Samrøður: 
Ari Mohr Jónsson: - Vit eru effektivir og disiplineraðir í dag
Jón Steingrímsson: - Vánaliga gongdin hjá AB má steðgast

Í gjár, fríggjadagin 18. september

B36 - NSÍ 1-2 (0-1)
10' Marius Kryger Lindh 0-1
52' Petur Knudsen 0-2
83' Dávid Biskopstø Andreasen 1-2

Meira um dystin her

Petur Knudsen: - NSÍ leggur eitt sera professionelt avrik fyri dagin

KÍ - Skála 2-2 (2-1)
27' Silas Gaard 0-1
29' Árni Frederiksberg 1-1
37' Jóannes Kalsø Danielsen 2-1
61' Maxwell Effiom 2-2

Meira um dystin her

Samrøða: - Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ iðrar seg um tvey mist stig

Les eisini: NSÍ tók stórt fet móti FM-heitinum undan landsliðssteðginum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder