Fótbóltur

- Vit hava alla orsøk til at trúgva uppá tað

Høvuðsvenjarin hjá KÍ gleðir seg til evropeisku uppgávuna við Djúpumýru. - Tað er eitt risafet fyri felagið og hevur alt at siga, tí vit eru til fyri KÍ og Klaksvík, segði Mikkjal Thomassen millum annað á tíðindafundinum í kvøld.

Vit hava bygt eina sterka siðvenju upp í evropeiskum dystum - dysturin í morgin verður søguligur, sigur Mikkjal Thomassen (Mynd: Sverri Egholm)

Vit hava bygt eina sterka siðvenju upp í evropeiskum dystum - dysturin í morgin verður søguligur, sigur Mikkjal Thomassen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-14 22:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan skal KÍ í annaðkvøld spæla sín fyrsta evropeiska dyst nakrantíð í Klaksvík. Tað skuldi felagið eisini í august í fjør, men Champions League-dysturin móti Slovan Bratislava varð av ongum, orsakað av koronutilburðum í slovakiska ferðalagnum, og KÍ vann uttan dyst.

Eitt slag av óvissu er nú, av tí at ferðlagið við lettiska mótstøðuliðnum framvegis ikki er komið til Føroyar. Ætlaða fráferðin úr Riga varð útsett tríggjar ferðir í dag - seinastu ferð í kvøld hóast veðurlíkindini í Vágunum vóru batnaði munandi.

Les eisini: RFS kemur ikki til landið fyrrenn í morginárii

Fríggjakvøldið hevur verið nevnt um ein møguleiki, um seinkanin ávirkar fyrireikingarnar so nógv, at RFS setur krav fram, og um kravdu koronukanningarnar órógva, men tað ynskir KÍ ikki. Í løtuni verður eitt skriv orðað í Klaksvík, har gjørt verður greitt at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at dysturin verður leiktur í annaðkvøld. Tað kann eisini væntast, at soleiðis verður. 

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen og Mikkjal Thomassen til tíðindafund í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Í øllum førum verður talan um eitt søguligt kvøld við Djúpumýru

- Tað hevur alt at siga fyri okkum, at vit nú sleppa at spæla evropeiskan dyst her. Vit eru til fyri KÍ og Klaksvík, og tað gevur eina størri meining fyri okkum og norðingar, tá vit spæla her, og serliga slíkar dystir, fyri okkara heimaáskoðarum. Tað verður nakað heilt annað enn at spæla evropeiskan dyst á Toftum ella í Tórshavn. Hetta er søguligt og eitt risafet fyri felagið. 

Soleiðis segði Mikkjal Thomassen, tá vit á tíðindafundi í KÍ-høllini í kvøld spurdu hann, um týdningin av og kensluni sum er, nú KÍ er at spæla evropeiskan heimadyst við Djúpumýru, ið á ymsan hátt hevur verið eitt byggipláss seinastu árini. 45-ára gamli venjarin hevur staðið á odda fyri KÍ í seks og eitt hálvt ár. 23-ára gamli liðformaður felagsins fegnast eisini.

- Hetta er okkara heimavøllur, og tað hevur nógv at siga fyri fólkini í lokalumhvørvinum. Tað gevur eisini okkum størri møguleika at standa okkum væl í morgin, tí umstøðurnar eru heilt kendar, og vit fara heilt víst at fáa eitt "boost" av tí, segði Jákup Biskopstø Andreasen.

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari (Mynd: Sverri Egholm)

Sterk søga - øll orsøk er til bjartskygni
KÍ vann 3-2 á lettiska oddaliðnum síðsta hósdag og hevur harvið fyrimunin. Útivallarmál telja ikki við longur, og mótstøðuliðið hevur millum annað stóra fysiska styrki, men sambært høvuðsvenjaranum hjá oddaliðnum í Betrideildini hevur hansara lið alla orsøk til at trúgva uppá tað - millum annað við søguni seinastu árini sum grundarlag:

- Vit hava eina sterka søgu í evropeiskum dystum og serliga á heimavøll, har vit bara hava tapt tveir dystir seinastu fýra árini. Vit hava spælt 17 dystir, hava vunnið fleiri enn vit hava tapt, og hava eina positiva málúrttøku. Vit hava alla orsøk til at trúgva uppá, at tað fer at bera til í morgin. Tað er ein torfør uppgáva, talan er um sterkar leikarar á mótstøðuliðnum, men vit eru optimiskskir.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Útgangsstøði er, at KÍ stendur seg við javnleiki. Men fer heimaliðið at spæla fyri honum ella fyri sigrinum?

- Vit eru eitt offensivt lið. Tá vit verja, er talan um offensivt verjuspæl. Tá vit liggj afturi í løtum, er tað altíð fyri at fáa takið á dystinum. Tað vera helst slíkar løtur í morgin, men so snýr tað seg um kontrol, segði Mikkjal Thomassen.

Liðformaðurin sló fast, at KÍ 100 prosent fer eftir at vinna á RFS eisini á heimavølli.

Væl fyrireikaðir uppá brotssparkskapping

Mikkjal Thomassen kunnaði um, at skaðastøðan er góð. Í Lettlandi vóru Páll Klettskarð, Jesper Brinck og Claes Phillip Kronberg aftur á liðnum eftir ávíkavist skaðar og leikbann. Teir fingu virðismiklar minuttir í beinini í útidystinum, ið ger, at teir eru betri fyri nú, segði royndi venjarin.

Tá hann fyri aðru ferð royndi seg sum venjari í Evropa kom B36 í brotssparkskapping móti norðurírska Linfield eftir tvær ferðir 0-0. Hann sigur seg hava lært av hesum:

- Í 2012 hevði eg ikki fyrireika B36 uppá tað móti Linfield. Tá lat eg tað eisini nógv yvir til leikararnar, ið mun ti lat gera endaliga listan. Hesuferð verður tað so, at í síðsti enda er tað mín avgerð í mun til skjúttarnar. Eg fari at taka avgerð útfrá millum annað sparkitekniki og royndir. Vit hava vant brotsspørk, eisini kunnu skifta seks leikarar inn, um vit spæla 120 minuttir og kunnu gera okkum dælt av tí, um tað er. Annars hava vit hugt eftir teirra brotsspørkum; hvussu teir skjóta o.s.fr, og har hava Geza (málmansvenjarin, red.) og Sjúrður (hjálparvenjarin, red.) gjørt eitt stórt arbeiði

Hetta segði venjarin hjá KÍ, eftir at Jákup Ósa frá bolt.fo og Norðlýsinum hevði spurt um møguleikan fyri brotsspørkum, og hvussu tað í so fall verður handfarið.

KÍ og RFS standa til at spæla við Djúpumýru klokkan 19 í annaðkvøld.

Klaksvíkar Ítróttarfelag stroymdi tíðindafundin, ið kann síggjast á heimasíðu felagsins


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder