Fótbóltur

RFS kemur ikki til landið fyrrenn í morginárini

Flogfarið við mótstøðuliðnum umborð stendur nú til at fara úr Riga klokkan sjey føroyska tíð - tað eru tólv tímar áðrenn fyrsta bríksl við Djúpumýru. Tí kann tað sum skilst hugsast, at dysturin verður fluttur til fríggjakvøldið.

KÍ skal eftir ætlan stríðast við lettiska oddaliðið í annakvøld, men ferðalagið er nógv seinkað (Mynd: fkrfs.lv)

KÍ skal eftir ætlan stríðast við lettiska oddaliðið í annakvøld, men ferðalagið er nógv seinkað (Mynd: fkrfs.lv)

2021-07-14 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leiguflogfarið úr Lettlandi skuldi upprunaliga seta seg í Vágunum klokkan 14.30. Hetta varð síðani útsett til klokkan 16.50, síðani til 20.00, men nú stendur tað sum avlýst á fae.fo

Mjørki darvaði fyrr í dag, men óvist er, hví ferðalagið í Riga ikki er komið, ella er ávegis enn. Ferðalagið var til reiðar í flogfarinum fyri tveimum tímum síðani, sambært sosialu miðlum felagsins, har skrivað varð eitt sindur ringa veðrið í Føroyum. Fyri einum tíma síðani lendi leiguflogfar, sum hevði Honka Espoo hópin umborð. Honka skal í annaðkvøld dystast móti NSÍ á Svangaskarði í UEFA Coference League. Finska ferðalagið skuldi upprunaliga koma til Føroyar seint fyrrapartin.

Les eisini: 
Myndir: NSÍ er til reiðar til avgerandi dystin
Mótstøduliðini hava trupult við at koma til Føroya


Sambært heimasíðuni hjá flogvøllinum í Riga fer eitt flogfar við kós móti Vágunum avstað klokkan níggju lokala tíð - tað er klokkan sjey (07.00) føroyska tíð. Flogtíðin er áleið 09.30, og harvið hevur RFS ikki langa tíð í Føroyum undan ætlaðu dystarbyrjanini. 

[object Object]
Vevmynd, portal.fo

Um hetta er nóg mikið, til at ein útseting verður, er ógreitt, men tað er sum skilst ein møguleiki fyri. Tað tykist heldur løgið, at ferðalagið við lettiska oddaliðum ikki er komið; millum annað tí at nú er heilt klárt í Vágunum. Umboðsmaðurin hjá UEFA skal í morgin, saman við feløgunum, taka støðu til tað, hevur Portalurin fingið at vita. Ferðalagið skal koronukannast við komu o.s.fr, men í útgangsstøðinum burdi borið til at spæla í annaðkvøld sum ætlað.

Talan verður um fyrsta evropeiska dyst við Djúpumýru nakrantíð. Í fjør skuldi KÍ taka ímóti Slovan Bratislava í Klaksvík, men tann dysturin varð av ongum orsakað av koronutilburðum. 

Í 2018 var KÍ út fyri, at ein heimadystur í Europa League varð fluttur eitt samdøgur, av tí at mótstøðuliðið ikki fekk lent í nóg góðari tíð vegna mjørka. Talan var um litaviska Zalgiris Vilnius, ið hevði valt at nýta SAS at flúgva til Føroya við. Zalgiris vann 1-2 í Gundadali. Í løtuni er krav frá UEFA um, at feløgini skulu nýta leiguflogfar. Hetta er orsakað av koronustøðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder