Fótbóltur

Mótstøðuliðini hava trupult við at koma til Føroya

Mjørkin í Vágunum hevur gjørt, at leiguflogførini vórðu noydd at útsetta túrarnar til seinni í dag. Finska liðið, sum skal spæla móti NSÍ, stendur til at lenda um eina løtu, men hetta fer helst ikki ber. Lettar koma helst ikki fyrrenn í kvøld.

RFS úr skal spæla í Klaksvík í annaðkvøld, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Sum støðan er í løtuni, so stendur flogfarið hjá ferðalagnum úr Lettlandi at lenda klokkan 16.50 - KÍ vann 3-2 í fyrra dystinum. Mynd: fkrfs.lv

RFS úr skal spæla í Klaksvík í annaðkvøld, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Sum støðan er í løtuni, so stendur flogfarið hjá ferðalagnum úr Lettlandi at lenda klokkan 16.50 - KÍ vann 3-2 í fyrra dystinum. Mynd: fkrfs.lv

2021-07-14 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært fae.fo skuldu flogførini hjá FC Honka Espoo úr Finnlandi og RFS úr Lettlandi seta seg á flogvøllinum ávíkavist 11.35 og 14.30.

Flogfarið við finska liðnum, sum skal spæla Conference League-dyst móti NSÍ á Svangaskarði í morgin, kom ikki til landið. Í løtuni stendur tíðin, har tað skal lenda at vera 15.15, men hetta er ósannlíkt.

Ferðalagið hjá RFS, ið skal dystast við KÍ í Klaksvík í annaðkvøld í somu kapping, skuldi seta seg fyri løtu síðani, men fyri umleið fýra tímum síðani fekk manningin, sum var til reiðar at fara á flogvøllin í Riga, at vita at túrurin var útsettur orsakað av verðurlíkindunum í Føroyum, og at óvist varð nær tað slapst avstað. Soleiðis skrivar Facebook-síða felagsins

Sí eisini: 
Myndir: Djúpumýra til reiðar til evropeiskar dystir
Video: - Tað verður eitt heilt ótrúligt upplivilsi

Tíðin er nú sett at vera 16.50. Eitt flogfar hjá Atlantic Airways úr Oslo setti seg 13.25, og veðrið sær út til at fara at batna seinni í dag. Tó hava leiguflogførini, ið talan er um, ikki eins góða stýriskipan sum tey hjá Atlantic, og flogskipararnir hava ikki sama kunnleika um vøllin o.s.fr.

Í 2018 var KÍ út fyri, at ein heimadystur í Europa League varð fluttur eitt samdøgur, av tí at mótstøðuliðið ikki fekk lent í nóg góðari tíð vegna mjørka. Talan var um litaviska Zalgiris Vilnius, ið hevði valt at nýta SAS at flúgva til Føroya við. Zalgiris vann 1-2 í Gundadali. Í løtuni er krav frá UEFA um, at feløgini skulu nýta leiguflogfar. Hetta er orsakað av koronustøðuni.

Einaferð áður hevur føroyskt lið vunnið orsakað av mjørka í Vágunum. Tað var í 1993, tá ferðalagið við lettiska RAF Jelgava ikki fekk lent dagin fyri ætlaðan dyst móti HB í Cup Winners Cup. Jelgava hevði vunnið 1-0 tvær vikur frammanundan, men UEFA dømdi liðið at tapa móti HB uttan dyst. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at vit fáa líknandi støðu hesuferð - reglurnar á hesum økinum eru broyttar á ymskan hátt.

Dagføring: Nú standa flogførini at koma ávíkavist 18.30 og 20.00, men sum skilst er møguligt at tað ikki verður fyrrenn eitt sindur seinni

Les eisini: 
Dystirnir hjá NSÍ og KÍ hósdagin kunnu síggjast hjá Televarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder