Í gjár leikti føroyska U19 landsliðið hjá gentum fyrsta dystin í EM-undankappingini í Litava. Tað endaði við 4-0 niðurlagið fyri Ukreina, ið skoraði øll málini í fyrra hálvleiki.
John Petersen er høvuðsvenjari hjá U19 liðnum. Við heimasíðuna hjá FSF sigur hann, at fyrsta løtan var dýr fyri genturnar, ið stríddu seg væl inn í dystin aftur:
- Fyrsta korterið vóru vit als ikki við í dystinum. Vit gjørdu nógv mistøk; við plaseringum, uppdekking og returrenningum – og so var 3-0 til Ukraina. Men sum fráleið komu vit meira við, og áðrenn hálvleik høvdu vit havt eini sjey hornaspørk. Ukraina skoraði fjórða málið beint fyri steðgin, men eg haldi so avgjørt, at vit høvdu uppiborið betri
Úrslitið lýgur eitt sindur í mun til dystargongdina, tí føroyska liðið hevði fleiri góðar støður. Landsliðsvenjarin ásannar tó, at føroyingar møttu einum sterkari liðið. John Petersen sigur, at 4-0 var ov nógv í mun til dystargongdina, men leikararnir og liðið raktu ikki toppstøði, og tá verður tað trupult.
Næsti dystur hjá føroysku U19-gentunum verður fríggjadagin, tá Írland er mótstøðuliðið. Í gjár vann Írland heili 7-0 á litavisku vertunum. John væntar ein sera torføran dyst:
- Írland hevur eitt sera sterkt lið, og eg rokni við, at tær eru betri enn Ukraina. So vit mugu avrika betur, um vit skulu sleppa undan einum avsmurningi, sigur U19-landsliðsvenjarin
Her er ein samandráttur frá dystinum
Kelda: FSF.fo
Fakta um dystin:
U19 EM Undankapping
02.10.18 - Marijampole, Litava
Føroyar - Ukreina 0-4 (0-4)
Føroyska liðið(4-2-3-1): Eyðgerð R. Mikkelsen - Maria á Lakjuni, Julia Helena Dal Henriksen, Rebekka Eschen Danielsen(`46 Rebekka J. Olsen), Poula Andreasen(`72 Eyðbjørg Ellingsgaard) - Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir(`81 Sólvá S. Olsen) - Sanna Svarvadal(`81 Ása Stórá Carlsen), Marjun Ó. Danielsen(L), Julia Naomi Mortensen - Mona Rasmusdóttir(`87 Victoria á Lakjuni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald