Fótbóltur

- Vit skulu vinna 4 ella 5-0 móti Føroyum

Fyrrverandi landsliðsáleyparin, Flemming Povlsen, var ógvuliga greiður í upptaktini til U21-landsdystin.

Danir vann 3-0 á Tórsvølli í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Danir vann 3-0 á Tórsvølli í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-16 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U21-liðini hjá Føroyum og Danmark eru komin á vøllin til EM-undankappingardystin í Aalborg. 

Danmark er risafavorittur, og við einum sigri spæla danir seg til EM-endaspælið, ið verður í Italia og San Marino komandi summar.

Dysturin verður vístur á Kanal 5, og fyri løtu síðani var upptakt, har fyrrverandi landsliðsleikararnir, Lars Jacobsen og Flemming Povlsen, m.a. komu til orðanna. Flemming Povlsen var ivaleysur: Danmark skuldi blása føroyingarnir um koll og vinna greitt.

Spurdur um tað ikki gav nakað av virðing fyri liðnum, at Føroyar høvdu spælt javnt tvær ferðir ímóti Póllandi, ið er eitt stig aftanfyri Danmark og sum fekk javnt har fríggjadagin, svaraði Povslen noktandi. Hann vísti á, at góðskan á danska liðnum var so høg í mun til á tí føroysku liðnum, at tað eigur at síggjast á vøllinum í kvøld.

Lars Jacobsen var meira varin, men trý stig er sjálvsagt eitt krav til danska liðið, ið er mannað við spennandi leikarum. Ein stórur profilur er tó ikki tøkur; miðvallarin Philip Billing úr Huddersfield. Danir vunnu 3-0 á Tórsvølli í fjør, har sigurin kundi og budi verið størri.

Flemming Povlsen vann EM í 1992 saman við millum annað Lars Olsen. Fyrsta bríksl í Aalborg er nú klokkan 17.00

Føroyska liðið (4-3-3):Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclassen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen(L), Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen – Benjamin Heinesen, Jákup L. Thomsen, Meinhard E. Olsen



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder