Fótbóltur

- Vit vilja virða minningarhald teirra sjólætnu

Formaðurin í Kappingarnevndini sigur við Portalin, at mett verður, at tað ikki er alneyðugt at AB og Skála spæla samstundis, tá talan ikki er um seinasta umfar.

Í gjárkvøldð varð greitt, at dysturin við Margáir sunnudagin skal byrja klokkan 17 ístaðin fyri klokkan 14 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í gjárkvøldð varð greitt, at dysturin við Margáir sunnudagin skal byrja klokkan 17 ístaðin fyri klokkan 14 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-10-30 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gav FSF EB/Streymir grønt ljós til at flyta dystin í næstseinasta umfari, sum verður móti Skála sunnudagin, frá klokkan 14 til klokkan 17.

Av tí at AB og Skála eru í beinleiðis stríðið um niðurflyting, er hetta óheppið fyri hesi liðini, tí tað er vanligt, at tá seinastu umførini verða leikt, so eru tíðspunktini fyri fyrsta bríksl tey somu .

Tað var eisini tað, sum FSF ásetti tað til fyrst í hesari vikuni: 

- Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næstseinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14, meðan hinir tríggir dystirnir í næstsíðsta umfari floytast í gongd klokkan 15.

Róin Schrøter sigur tó við Portalin í dag, at av tí at tað ikki er seinasta umfar, so metir Kappingarnevndin, at tað er í lagi, at AB og Skála ikki spæla samstundis: 

- Hjá AB er talan um triðseinasta dyst, tí argjamenn skulu eisini spæla í Klaksvík mikudagin. Hjá Skála er hetta næstseinasti dystur. Um hetta var seinasta umfar, og støðan var, sum hon er, so hevði tað verið øðrvísi.

At hendan avgerðin er tikin hevur skapt ónøgd á Skála og serliga á Argjum.

Les meira: EB/Streymur - Skála fluttur til klokkan 17 - er ikki til at fata

Ynski hjá EB/Streymi varð gingið á møti

- Vit hava fingið nakrar fyrispurningar frá fólki í bygdunum í nærumhvørvinum víðvíkjandi dystarásetingini, og um hon kann broytast. Orsøkin er, at í nógvum bygdum er minningarhald fyri teimum sjólætnu tíðliga seinnapartin, og tí hevur ynski verið at flutt dystin til seinni um dagin. Vit spurdu Kappingarnevndina hjá FSF um hetta bar til, og eg skal sláa fast, at vit ikki hava sett nakað krav fram - talan var bert um ein fyrispurning. Vit fingu so at vita í gjárkvøldið, at hetta ikki var nakar trupulleiki.

Hetta sigur Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi, við Portalin. Róin Schrøter sigur, at tilgongdin hevur verið einfølt: EB/Streymur spurdi, um til bar at flyta dystin orsakað av minningarhaldunum fyri teimum sjólætnu tíðliga seinnapartin, og Kappingarnevndin segði ja.

[object Object]
Róin Schrøter, uttast til vinstru (Mynd: Sverri Egholm) 

- Vit ynskja avgjørt at virða minningarhald teirra sjólætnu og játtaðu tí fyri spurninginum frá EB/Streymi. Vit hava eisini mælt til, at til allar dystirnar sunnudagin - Allahalgannadag - verður tøgn í ein minutt undan fyrsta bríksli.

Í prinsippinum hevði tað borið tað til hjá Kappingarnevndini at flutt dystin í Fuglafirði til klokkan 17, so at báðir byrja samstundis, men hetta ber ikki til tí ljósviðurskiftini í Fløtugerði ikki liva upp til krøvini. Hetta var eisini orsøkin til, at dysturin varð lagdur longu klokkan 14 - so at tað ikki byrjar at skýma undir dystinum - og tí at ÍF spældi heimadyst móti B36 í Klaksvík mikukvøldið. At AB aftur skal spæla mikukvøldið ger, at dysturin í Fuglafirði ikki kann spælast seinni enn sunnudagin.

- Ljósviðurskiftini í Fuglafirði gera, at tað ikki ber til at spæla klokkan 17. Harafturímóti eru ljósviðurskiftini í Streymnesi nøktandi, og tí kann tann dysturin verða leiktur klokkan 17, sigur Róin Schrøter við Portalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder