Í donsku miðlunum og ímillum danska fólki er stórt nøgdemi eftir avrikið móti mæta Onglandi í Frankfurt. Hetta var heilt annað enn 1-1 móti Slovenia er staðfestingin. Spælararnir vístu stoltleika og eru eisini rímiliga fegnir - tó irðar man seg um, at tað ikki eydnaðist at basa Bellingham, Foden, Kane og hinum, nú danir á degnum vóru betri.
- Soleiðis skal Danmark helst spæla. Vit hava leita eftir einum slíkum úttrykki gjøgnum ein heilan dyst (...) dreingirnir á vøllinum vóru fantastiskir.
Hetta staðfesti Kasper Hjulmand í samrøðu við TV2 eftir dystin. Danski venjarin var errin - oddamaðurin á hinum bonkinum var ikki serliga nøgdur.
- Vit fáa ikki neyðugu ferðina í spælið, trýsta ikki nóg væl og blaka bóltin burtur ov ofta, viðurkennir Gareth Southgate.
Gareth Southgate og Kasper Hjulmand heilsast eftir dystin. Hjulmand stendur seg ofta væl móti størri londunum (Mynd: EPA)
Les eisini: Danmark fekk eitt stig móti eiðasørum Onglandi
Southgate hevur, eins og Hjulmand, verið fyri ymiskum atfinningum í miðlunum og millum fjepparar. Tað at man velur "skeivar spælarar" og er ov verjukendur og "keðiligur" gongur aftur um enska landsliðsvenjaran.
Hetta avrikið hjálpir ikki Southgate, ið er varugur við høgu vónirnar og krøvini.
- Vit vita, at neyðugt er at avrika á hægri stigi, um vit skulu liva upp til vónirnar. Soleiðis er tað bara.
Spurdur um spælararnir vildu tað nóg nógv, staðfestir Southgate, at kanska vilja teir tað ov nógv í løtuni: So nógv, at tað verður kroyst og at ymiskt ikki verður forloyst. Enski venjarin sigur eisini, at tað er upp til hansara at fáa spælarar sínar at avrika til sítt besta.
Hetta er ikki eydnast higartil í kappingini. Nøkur ting á liðnum hanga ikki saman, viðurkendi venjarin á tíðindafundinum í Frankfurt.
- Tripper loysir uppgávuna ógvuliga væl, men vit mangla okkara fyrsta val á vinstra bakki (Luke Shaw, red.), sum eisini er vinstrabeintur. Hetta broytir ymiskt. Eisini leita vit eftir røttu loysnunum á miðvøllinum, har spælarar sum Kalvin Phillips og Jordan Henderson hava spælt seinastu árini.
Southgate skifti nakrar stjørnur út í kvøld. Hann staðfesti aftaná, at Harry Kane helst ikki skuldi spæla 90 minuttir aftur í kvøld (Mynd: EPA)
Hóast alt harmljóðið úr Onglandi, so er liðið á odda í bólkinum við fýra stigum fyri tveir dystir og hevur so at siga staðfest sítt pláss í áttandapartsfinalunum.
Krøvini eru tó høg til ein av EM-favroittunum, sum helst skal vísa nakað annað móti Slovenia týskvøldið.
EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni
Danmark - Ongland 1-1 (1-1)
18' Harry Kane 0-1
34' Morten Hjulmand 1-1
Les eisini: Danmark fekk eitt stig móti eiðasørum Onglandi
Slovenia - Serbia 1-1 (0-0)
69' Zen Karnicnik 1-1
90 (+5)' Luka Jovic 1-1
Bólkur C:
1. Ongland 4 stig
2. Danmark 2 stig
3. Slovenia 2 stig
4. Serbia 1 stig
3. og seinasta umfar - týsdagin 25. juni
20.00:
Ongland - Slovenia
Danmark - Serbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald