- Eg noyðist at halda beinini í gongd, helt Geza David Turi fyri
Grimsby-miðvallarin tuskaði og arbeiddi í 90 minuttir á Tórsvølli leygarkvøldið. Hann vildi tí flyta seg eina løtu á fyrra, og væl styttra flogtúrinum.
So Geza og málverjin Mattias Lamhauge spældu flogternur eina løtu umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways.
Hetta fekk smílini fram hjá fleiri - men landsliðsspælararnir megnaðu at savna ruskið: Tómar kaffikoppar og annað.
Geza, Mattias og hinir hava langan flogtúr fyri framman nú: Úr Keypmannahavn til Kasakstan. Tað eru sjey og ein hálvur tími og yvir tríggjar tíðarsonur.
Les eisini: Úr Norðuratlantshavi til Asia: Óvanliga langur ferðadagur hjá A-landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald