Fótbóltur

- Vónandi kann eg spæla fríggjakvøldið í Klaksvík

Hetta sigur Sølvi Vatnhamar, ið noyddist út við skaða ímóti NSÍ. Miðvallarin leggur dent á, at Víkingur nú noyðist at reisa seg eftir tveir ósigrar.

Sølvi er í einum stríði við tíðina fyri at gerast til reiðar til týðandi dystin. Hann hevur tó fingið tað væl betri og ætlar at venja í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi er í einum stríði við tíðina fyri at gerast til reiðar til týðandi dystin. Hann hevur tó fingið tað væl betri og ætlar at venja í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-06 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var úti við brotnum armi í ósigrinum á ólavsøku ímóti B36. 10'arin hjá Víkingi tyktist eyðsæð at mangla á oddaliðnum, og var aftur á vøllinum sunnudagin í Sarpugerði, har hann gjørdi mun við tveimum frálíkum málum í 1. hálvleiki og harvið sendi Vìking á sigurskós. NSÍ kom tó inn í dystin aftur, og tá dysturin fór inn í avgerandi løtuna, gjørdist Sølvi skaddur aftur og noyddist út. Hesaferð var tað tað tó ikki armurin: 

- Eg fekk eina stempling inn á høgra bein beint omanfyri fótin. Læknin var bangin fyri einum broti, men tíðanbetur var tað ikki so galið, so eg slapp við skrekkinum. Slagið var tó so hart, so eg havi verið eitt sindur illa gongdur í gjár og í dag, men alíkavæl er tað batna nógv.

Men er so nakar møguleiki fyri, at 33-ára gamli leirvíkingurin verður tøkur til sera týdningarmikla dystin á Summarfestivalinum fríggjadagin 

 - Eg vóni, at tað gerst so mikið gott, at eg kann spæla fríggjadagin. Spurningurin er bara, um tað fer at ganga; tað er nokso ilt at siga. Men eg geri alt fyri at gerðast klárur, Vit venja aftur í annaðkvøld, og tá má eg út á vøllin og royna. Annars er bara at fáa røkta skaðan best gjørligt.  

Eftir tveir ósigrar í oddadystum eftir summarsteðgin, eru víkingarnir trýstir nú, og toppskjúttin setur solei'is orð á støðuna: 

- Tað er eingin dreymastøða, ið vit hava spælt okkum í seinastu tveir dystirnar. Og vit skulu nú til ein truplan útidyst í Klaksvík á Summar Festivalinum. Við tveimum ósigrum á rað undan hesum dystinum, ger tað komandi dyst sera týðandi fyri okkum. Hetta ger eisini dystin áhugaverdan og spennandi at spæla. Vit noyðast at hava eitt úrslit við okkum heim.

KÍ og Víkingur spæla fríggjakvøldið klokkan 18.15. Hjá KÍ er ein av lyklaleikarunum eisini sera ivasamur - Simen Sandmæl var ikki við í Fuglafirði í gjár og vandi ikki í dag orsakað av ryggtrupulleikum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder