Fótbóltur

07 Vestur fekk sær Sonna Ragnar í føðingardagsgávu

30-ára gamli miðvingurin heldur fram í miðverjuni hjá 07 Vestur. Sonni Ragnar Nattstad hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-06 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Sonni hevur í ár prógvað, at tað var eitt gott hugskot at fáa hann heim aftur. Hann hevur verið ein undangongumaður á liðnum. Nógvar av dystunum hevur hann verið liðskipari og hevur stýrt liðnum við kønari hond. Eisini hevur hann vegleitt og víst okkara ungu leikarum á leið. Tað er heilt víst ein styrkur at hava ein so royndan spælara at ganga á odda.

Soleiðis skrivar 07 Vestur á heimasíðu sínari í sambandi við, at 30-ára gamli miðvingurin hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið.

Høgi og sterki miðverjin hevur ymiskar royndir sum yrkisspælari men hevur seinastu árini spælt í føroyskum fótbólti. Fyrst í B36 og síðani í 07 Vestur sum Sonni Ragnar Nattestad spældi 17 dystir fyri í ár, sambært FaroeSoccer.

Í síðsta mánaða gjørdist Sonni Ragnar Nattestad fyrsti mannligi vaksnamannaspælari nakrantíð, sum spældi ein A-landsdyst, meðan hann var 07 Vestur-spælari.

Tað verður verjuspælarin eftir ætlan tvey tey næstu árini. Sonni Ragnar er føðingardagsgávan hjá felagnum, sum nú hevur 17 ár á baki. Hetta skrivaði 07 Vestur á heimasíðu sínari seint í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder